B36 er aftur á Europakós

Skálamenn løgdu aftur rygg til stórt tap á útivølli, men ein uggi var í, at teir megnaðu javnleik í seinna hálvleiki, hóast teir í ein tíma vóru undirmannaðir

B36 hevur í kvøld við 5-1 heimasigri ímóti Skála tikið seg fram aftur á fjórða plássið, sum eftir kappingarlok ber atgongd til europeiska kapping næsta summar við sær.

 

Heimaliðið var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 4-0, og tá sá tað heilt ljótt út hjá Skála. Tá ið miðverjin Jákup Jakobsen eftir lítlan hálvan tíma nýtti neyðbremsuna í brotsteiginum, og Michal Przybylski fór um koll, bríkslaði Petur Reinert fyri brotssparki og vísti miðverjanum reyða kortið.

 

Miðvallarin Magnus Holm Jacobsen umsetti brotssparkið til 3-0 heimaleiðslu. Lítla korterið frammanundan hevði B36 skorað tvey mál. Michal Przybylski setti hol á eftir horna úr vinstru, og Magnus Holm Jacobsen átti 2-0 málið, tá ið hann royndi seg úr 22 metrum, og bólturin tók í ein av mótstøðumonnunum og sigldi so í bleytum boga omanfyri Joakim Jurs í skálamálinum.

 

Eftir fínt innlegg frá Martini Agnarsson, sum var á vongverjanum í vinstru, stútaði Michal Przybylski til 4-0, og so sá tað øgiliga ljótt út hjá gestunum.

 

Skálamenn vísti góðan hugburð eftir steðgin, og tað saman við at heimaliðið kanska ikki var so avgjørt, sum tað hevði verið, bar við sær, at munurin við dystarenda ikki varð størri, enn hann hevði verið.

 

Innskifti Mattias Hellisdal, sum er 16 ár og fyri fyrstu ferð var á B36 liðnum, økti til 5-0, tá ið hann royndi seg við langskoti, og málverjin ikki var so heppin. Og so var tað, at fyrrverandi B36 spælarin Uros Stojanov við brotssparki minkaði um munin til 5-1.

 

Við sigrinum tók B36 seg fram á fjórða plássið við 25 stigum. Tað er eitt stig fleiri enn EB/Streymur, sum hevur spælt 17 dystir, meðan B36 hevur spælt 16 dystir.

 

Næsti dystur hjá Skála verður mikukvøldið á heimavølli ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá B36 verður mikukvøldið á heimavølli ímóti NSÍ.

 

-

 

B36 – Skála 5-1 (4-0)

 

1-0: Michal Przybylski 16.

 

2-0: Magnus Holm Jacobsen 24.

 

3-0: Magnus Holm Jacobsen br 29.

 

4-0: Michal Przybylski 37.

 

5-0: Mattias J. Hellisdal 77.

 

5-1: Uros Stojanov br 88.

 

Dómari: Petur Reinert

 

B36: Marhias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Thor Høholt, Andrias H. Eriksen, Martin Agnarsson – Ragnar Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen –  Andrass Johansen, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Rasmus Reihdar Niessen

 

Skála: Joakim Jurs – Kristian Martin Jakobsen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Pætur Dam Jacobsen – Jan Ingason Hansen, Steinbjørn Olsen, Poul Kallsberg – Uros Stojanov

 

Reytt kort: Jákup Jakobsen (beinleiðis reytt) 28.

 

-

 

 

 

16151045446
Víkingur171313531640
HB171043331934
B3616817311525
EB/Streymur17737233124
07 Vestur17539214218
AB175210244717
NSÍ175012214115
B68174211203714
Skála17151120398

 

-

 

Sunnudagin 14. august

 

EB/Streymur – HB

 

07 Vestur – B68

 

AB – KÍ

 

Mikudagin 17. august

 

Skála – Víkingur

 

B36 – NSÍ