B36 er nýtt topplið

Trivaligur sigur í Streymnesi í kvøld ber við sær, at B36 hevur sama stigatal sum grannarnir, men árstalsfelagið hevur betri málmun

B36 vann í kvøld sundalagsstevnudystin í Streymnesi 3-0 ímóti EB/Streymi.

Úrslitið ber við sær, at B36 hevur 22 stig ella sama stigatal sum HB. Málmunurin hjá B36 er +16, og hjá HB er málmunurin +15. HB hevur sunnudagin á útivølli á Skála møguleika at vinna oddasessin aftur.

Hóast B36 leikliga var greitt omaná og hevði eina rúgvu av málmøguleikum, so var tað ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað varð 2-0 og harvið at nakað av spenninginum varð burtur.

-At skjóta trý mál er gott, hóast vit misnýttu nógvar møguleikar. Hetta var eitt gott avrik. Í fyrra hálvleiki mentu teir í EB/Streymi seg, men teir spældu seg ikki fyrstu løtuna eftir steðgin til møguleikar, og vit høvdu alla tíðina tak á tí. Tá ið Arnbjørn Hansen varð settur á vøllin, vóru vit bara frammanfyri við einum máli, og vit vita, hvat hann megnar sjálvur. Tíbetur øktu vit lítla løtu seinni til 2-0, og tá ið teir spentu álopsbogan, fingu vit møguleika at økja um munin til 3-0. Hetta er aðru ferð á rað, at vit vinna 3-0, og tað kennist væl, at vit aftur nú megnaðu at halda tætt í verjuni, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

-Tá ið støðan var 2-0, var spenningur í. Vit høvdu møguleika at minka um munin til 2-1, og so hevði tað verið rættiliga spennandi, men tað endaði 3-0 ímóti einum góðum liði, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen, og hann heldur fram:

-Tað var týdningarmikið, at spælararnir vístu góðan hugburð, og tað gjørdu teir ikki minst í seinna hálvleiki, tá ið teir arbeiddu sera væl og nógv.

Rói Mørk Hentze hevði í fyrra hálvleiki onga bjarging, og heimaliðið hevði ongan roynd framvið B36 málinum og einki hornaspark.

Gestur B. Dam var í fremstu røð undir liðini á Niklas T. Kruse, og onkra ferðina var tað nær við og næstan, at tað eydnaðist at mynda álop, men Andrias H. Eriksen og Sonni Ragnar Nattestad høvdu fult og heilt tak á støðuni.

Sentrali miðvallarin Magnus Holm Jacobsen setti hol á í 12. minutti. Meinhard E. Olsen legði innfyri av baklinjuni í vinstru, og ein hálvan metur frá málstrikuni setti Magnus krúllin undir bóltin, og so var B36 frammanfyri 1-0.

Brian Jakobsen, sum var í fremstu røð saman við Sebastian Pingel, hevði fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Eitt nú tá ið Árni Frederikberg rak úr høgru og upp á tvørs, áðrenn hann knappliga snaraði og lyfti bóltin fram fyri málið, har Brian Jakobsen var púra blankur, tá ið hann úr seks metrum og við høvdinum setti bóltin skeivu megin nærra stólpan.

Beinanvegin eftir steðgin avloysti Andreas Thomasen B36 miðverjan Sonna Ragnar Nattestad. Alex Mellemgaard varð fluttur í miðverjuna, og Andreas Thomsen mannaði vongverjan í vinstru.

Fimm minuttir eftir steðgin varð tað næstan vandamikið frammanfyri B36 málið. Innskifti Hjalti Kárason Djurhuus kastaði langt inn úr vinstru, Andras Ó. Olsen snittaði bóltin víðari við høvdinum, og Gutti Dahl-Olsen var framvið dygst undir málinum, men Rói Mørk Hentze hevði tak á støðuni.

Fyrsti B36 møguleikin eftir steðgin var, tá ið Meinhard E. Olsen og Brian Jakobsen í høgru áttu uppspælið. Sebastian Pingel var í góðari støðu í høgru, tá ið hann smekkaði til, men Rói Zachariasen bjargaði til horna, sum einki spurdist burturúr.

Hóast B36 var greitt omaná, so var tað spenningur í inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá vann Árni Frederiksberg B36 fríspark í høgru. Tað varð lagt flatt innfyri, og eftir aftur og fram heilfluktaði Eli Falkvard Nielsen bóltin í netið til 2-0, eftir at EB/Streyma liðformaðurin Andras Ó. Olsen royndi at temja bóltin aftur til málverjan.

Sum tíðin leið, og EB/Streymur spenti álopsbogan, og Arnbjørn Hansen var tætt við, so vóru fleiri møguleikar í hinum endanum. Talan var um ógvuliga stórar møguleikar, sum teir einki fingu burturúr. Ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin legði aftrat, tá ið Árni Frederiksberg varð spældur fram ímillum og eitt sindur úr høgru sendi bóltin framvið Róa Zachariasen og í málið.

3-0 til B36, sum er topplið.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

EB/Streymur – B36 0-3 (0-1)

0-1: Magnus Holm Jacobsen 12.

0-2: Eli Falkvard Nielsen 65.

0-3: Árni Frederiksberg 93.

Dómari: Petur Reinert

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Árni G. Olsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsesn – Gutti Dahl-Olsen, Fannhard Skoradal (Arnbjørn Hansen, 61.), Rói H. Olsen (Hjalti Kárason Djurhuus, 46.), Símun Sólheim – Niklas T. Kruse (Teitur D. Olsen, 46.), Gestur B. Dam

Gult kort: Arnbjørn Hansen

Venjari: Jákup Martin Joensen

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad (Andreas Thomsen, 46.), Alex Mellemgaard – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Erlendur Magnusson, 72.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel, Brian Jakobsen (Stefan Radosavljevic, 60.)

Gult kort: Meinhard E. Olsen, Brian Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen

Venjari: Jákup á Borg

 

B3610712291322
HB971123822
NSÍ962122420
962126920
Víkingur9423141314
ÍF9414122013
EB/Streymur102176197
TB91356126
AB90455244
Skála90186271

 

Sunnudagin 28. juni

ÍF – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Skála – HB: Bjarki Danielsen kl. 15.00

AB – NSÍ: Rúni Olsen kl. 17.00