B36 hevur í dag kunngjørt, at Sebastian Pingel skiftir frá HB til B36 til komandi kappingarár. Sebastian Pingel kom upprunaliga til B36 í 2016, men skifti árið eftir til HB, har hann hevur spælt seinastu trý árini.
##med2##
- Eftir at hava verið hjá grannunum fyri norðan í 3 ár, so er hann nú komin suður aftur í hitan. Aftur har, sum alt byrjaði, tá B36 fekk hann til Føroyar í 2016. Sebastian Pingel spælir við B36 í 2020, eftir at partarnir hava skrivað undir sáttmála. Vit ynskja frytiliga og hartarbeiðandi áleyparanum vælafturkomnan til B36, skrivar B36 á heimasíðuni.
Í gjár kunngjørdi B36, at felagið hevur fingið Mattias Lamhauge úr HB.