B36 er føroyameistari í U18-deildini hjá monnum. Tað er greitt eftir at teir í kvøld vunnu 1-0 ímóti grannunum úr HB. Enn er ein dystur eftir at spæla, men B36 er nú fimm stig á odda og verður ikki tikið aftur.
1-0-sigurin í oysandi regninum í Gundadali í kvøld varð grundaður í fyrra hálvleiki. Tað var Oskar í Haraldstovu Weihe, sum gjørdist sigursharri.
B36 hevur bíðað leingi eftir FM-heitinum í U18-deildini, sum fyrr varð kallað unglingadeildin. Seinast B36 vann FM í hesari deildini var nevniliga heilt afturi í 1972.