B36 - NSÍ 5-0 (1-0)
Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, men NSÍ var avgjørt vandamiklari frammanfyri málinum hjá B36, men einki spurdist burturúr teimum stóru málmøguleikunum.
Tað var tó B36, sum fekk einasta málið fyri steðgin, og í seinna hálvleiki var einki skil á NSÍ verjuni, og málini skolaðu inn.
Sjálvsálitið í lagi
NSÍ liðið hevði undan hesum dystinum vunnið fimm av seks teimum seinastu dystunum. Tískil skuldi eingin forðing verið fyri at bast B36, sum hevur verið í ringum sjógvi í seinastuni. Nógvir mans eru farnir úr felagnum, men sunnudagin vístu teir, at tað ber til at klára seg við egnum fólki.
Fyrsta korterið var merkt av, at bæði liðini gjørdu áskoðarunum greitt, at tey ætlaðu sær nakað har frammi á vøllinum.
Tað var tó B36, sum kanska hevði tey vandamiklaru álopini fyrstu løtuna, og eitt av hesum endaði eisini við máli.
Aftasti maður hjá B36, Egil Zachariassen, setti eitt skjótálop í gongd. Hann rak langt inn á hálvuna hjá NSÍ og kom í góða skotstøðu, eftir at hava spælt saman við áleyparunum. NSÍ verjuleikari vardi í fyrstu atløgu, men Egil fekk fatur á bóltinum aftur, og ivaleysur langaði hann til. 1-0 til heimaliðið.
NSÍ kendi ikki vitjunartíðina
Eftir fyrsta málið tveitti NSÍ tað syndrið av varsemi, sum enn var eftir, og fleiri sera vandamikil álop vórðu sett í verk. Serliga brutu runavíkingar ígjøgnum í høgra borði, har Jens Kristian Hansen spældi, men ongantíð spurdist nakað burturúr.
Fyrsta stóra møguleikan hevði Jónstein Petersen, sum tó var eina sponn ov stuttur við aftaru stong, tá sent varð innfyri. Málið var annars opið, og bara ein fótur vantaði á.
Sjúrður Jacobsen var á miðvøllinum hjá NSÍ, og hann var sera dugnaligur at koma við í álopsspælið. Hann dugdi væl at koma í góðar støður í brotsteiginum, men royndirnar á málið vóru ikki nakað at reypa av. Hann var tó eisini nær við. Ta einu ferðina bjargaði Fróði Clementsen skotinum, meðan Tróndur blokeraði við beinunum, tá Sjúrður varð spældur leysur av Christian Høgna Jacobsen.
Ta seinnu løtuna í fyrra umfari var B36 liðið trýst av NSÍarum, men teir høvdu fleiri kontramøguleikar, men tann seinasta avgerandi sendingin kom ongantíð. Serliga var tað Magni á Lakjuni, sum darvaði B36, tá hann fekk bóltin, men aðrir vóru eisini sekir í hesum.
NSÍ var sum heild naskari frammanfyri málinum enn B36, og vóru teir raskir at brodera seg ígjøgnum, men Tróndur var bara tvær ferðir noyddur at vísa síni kynstur fyri steðgin. Christian Høgni Jacobsen lúrdi allatíðina uppá møguleikar, og hann bjóðaði seg eisini nógv til.
Tá hálvur varð farin, fekk hann vent sær í málteiginum, men hart kroystur var skotið ov veikt, og Tróndur vardi.
Beint fyri steðgin var Sjúrður Jacobsen aftur nær við. Hann kom at standa væl fyri, men skotið bar við stongina og fór útum. NSÍ hevði nógvar møguleikar at skora, men teir megnaðu ikki at fullføra tey mongu álopini.
NSÍ fellur í fátt
Seinni hálvleikur sá fyrst ikki út til at fara at gerast ein málveitsla hjá heimaliðnum, men tá Egil Zachariassen nakað heppið økti um leiðsluna til 2-0, var alt fokið hjá gestunum, og B36 slapp at hóreiggja sær sum teimum lysti. Einastu royndirnar frá NSÍ vóru nøkur skot langt útifrá, sum ikki vóru vandamikil.
Næsta málið kom eftir fimtan minuttir, tá Jákup á Borg fekk fríspark í vinstru síðu. Hann lyfti stutt inn til Magna á Lakjuni, sum tamdi við bringuni og langaði til uppá mál. Hann rakti tó ikki málið, men ístaðin Egil Zachariassen og bólturin smeyg sær upp í hornið.
Tveir minuttir seinni sendi Rógvi Róin eina dreymasending fram til Magna á Lakjuni, sum rak inn í brotsteigin og legði tvørturum til Jákup á Borg, ið ótarnaður kundi leggja vertirnar framum 3-0.
Eftir hetta var einki um NSÍ, og ferð eftir ferð komu B36arar í stórum tali stormandi oman móti Rúna Joensen, sum hjálparleysur bara kundi hyggja at, meðan bóltarnir fóru inn.
B36 hevði óteljandi møguleikar at økja um leiðsluna, tí fleiri ferðir vóru teir í yvirtali, men ofta var tann seinasti bólturin ikki nóg neyvur.
Seinastu løtuna bragdaði aftur hjá B36, og Magni á Lakjuni fekk endiliga málið, sum honum hevði staðið í boði fleiri ferðir. Jákup á Borg fann Magna í brotsteiginum, og róliga sendi hann bóltin framvið málverjanum.
Seinasta málið fekk Jákup á Borg. Liðformaðurin, Jens Kristian Hansen, fann Jákup, sum uttalaga í brotsteiginum setti fótin á bóltin fyrstu ferð til endaligu støðuna 5-0.
B36 avgerð føroyameistaraheitið
Í síni heild var dysturin nakað óskipaður, og kom hetta serliga til sjóndar í seinna hálvleiki. Stórir taktiskir veikleikar vóru at síggja hjá runavíkingum, sum ikki spældu allan dystin, men løgdu árarnar inn nakað tíðliga.
Tveir teir næstu dystirnir hjá B36 eru móti HB næsta vikuskiftið og VB vikuna eftir. Teir kunnu tískil avgera meistaraheitið, og hesin dysturin er kanska við til at geva teimum sjálvsálitið, so teir kunnu koppa grannunum næstu ferð. B36 hevur einki at spæla fyri, men kanska teir kunnu arga HB.
B36-NSÍ 5-0 (1-0)
1-0: Egil Zachariassen 14
2-0: Egil Zachariassen 62
3-0: Jákup á Borg 63
4-0: Magni á Lakjuni 85
5-0: Jákup á Borg 86
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
B36:
Tróndur Vatnhamar - Egil Zachariassen, Fróði Clementsen, Herbert í Lon Jacobsen - Jens Kristian Hansen, Rógvi Róin, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras
NSÍ:
Rúni Joensen - Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard - Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Brynjálvur Nielsen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen - Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen