Fótbóltur
Tað var eingin ivi um, at B36 var favoritturin, tá teir tóku ímóti TB. Seianstu umførini hevur árstalsfelagið úr Havnini alt meira líkst einum oddaliðið, og tó at leikbannini eftir sigurin á HB vóru fleiri í tali, so mundu fáur ivast í, at her fór talan at verða um avgreiðsluspurning.
Fýra á toppinum
Kanska hevði venjarin hjá B36 eisini roknað við einvegis ferðslu, og undir øllum umstøðum mundi hann halda, at TB bara var komið norður at verja málleysa javnleikin, sum dysturin byrjaði við.
Við bert einum stoppara og mest sum fýra álopsmonnum varð í øllum førum lagt upp til álopsfótbólt, men tað var tó langt ífrá soleiðis, at alt varð trýst oman á TB hálvuna fyrstu trý korterini. Gaman í hevði B36 bóltin meira, og tó at Jón Johannesen hevði eina góða roynd í fyrsta minuttinum, so var tað eisini heimaliðið, sum hevði størstu møguleikarnar, men nóg stórir til at gera mál vóru teir so ikki. Heldur ikki hóast onkur av møguleikunum í fyrra vóru av slíkum slag, at mál skuldi verið mest sum eitt krav.
Kaffi fór í hálsin
Áskoðararnir hjá heimaliðnum mundu tí vera ótólnir, tá farið varð inn til kaffi í steðginum, men, sum ikki var komið niður í steðginum mundi koma heilt skeivt fyri, tá farið varð undir seinna hálvleik.
Tað tók nevnliga TB bert eitt minutt og 15 sekund, so var bólturin at finna í B36 meskunum. Ein langur bóltur varð sendur oman á B36 hálvuna. Jón Johannesen fekk lyft bóltin inn um verjuna, og so kundi Dan Mortensen púra einsamallur við málverjanum syrgja fyri einari púrasta óvæntaðari leiðslu.
Eitt skifti vóru teir á heimaliðnum negldir, men teir komu tó fyri seg aftur. Bæði tað at uppstillingin nú var broytt til eina meira heimliga 3-5-2, eins og TB nú tók seg longu aftur gjørdi, at fyritreytirnar at trýsta mótstøðuna gjørdust betri.
Og tað tók heldur ikki so langa tíð, so var javnleikurin veruleiki. Fríspark varð sent inn í TB brotsteigin, har John Petersen var hægstur. Stútarin frá honum tók í tvørtræið, men í aðru atløgu var Julian Johnsson fyrstur á staðnum, soleiðis at hann kundi beina bóltin í málið.
Sum vera man, so viðførdi málið eitt enn størri trýst á TB, men hóast hetta, so var talan um eitt kontra-mál, tá B36 loksins fekk lagt seg á odda. B36 vann bóltin, tá TB var á veg niðan eftir vøllinum, og so gekk tað skjótt fyri seg. Uppspælið varð ført fram í vinstru, haðani Magni á Lakjuni sendi innfyri. Bárður Mortansson gjørdist akkurát ov stuttur at røkka innlegginum, men Vladimir Matijivic, ið kom rennandi aftan á honum, var somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál.
Mundu mist
Flestu mundu nú halda, at dysturin var avgjørdur. Eisini B36, sum eftir hetta tók seg longur aftur á vøllin til tess at halda fast um leiðsluna, men tað var tó um reppið, at hetta kostaði teimum dystin.
Ikki tí. Teir høvdu eisini eftir hetta onkrar møguleikar, sum áttu at givið mál, men við at leggja seg longu aftur, lovaðu teir eisini gestunum inn aftur í dystin. Opnu málmøguleikarnir vóru kanska ikki so nógvir, men fleiri ferðir gjørdist talan um hornaspørk, og við leikarunum sum eitt nú Óla og Jón Johannesen kann ofta vera vandaikið við hornaspørkum. Nærmast við vóru tvørámenninir tó stutt fyri leiklok, tá teir áttu fríspark nakað uttan fyri brotsteigin. Vladimir Matijivic varð settur at skjóta, og var tað ikki fyri eina stórbjargin frá René Tórgarð í B36-málinum, so hevði talan helst verið um eina perlu av einum máli, men tað var so av ongum, og B36 slapp soleiðis við hvøkkinum. Teir fingu tey trý ætlaðu stigini, og tað mundi eisini telja mest í teirra hugaheimi.
TB hinvegin misti ein óvæntaðan møguleika at vinna sær nøkur stig í botnstríðnum, sum gjørdist enn tættari, nú Skála fekk javnleik í Vági, men avrikið í Gundadali ber tó boð um, at bjargingin hjá liðnum kanska ikki er so øgiliga langt burturi kortini.
Dysturin í tølum
B36-TB2-1 (0-0)
0-1: Dan Mortensen, 47
1-1: Julian Johnsson, 54
2-1: sjálvmál, 66
Dómari: Oddmar Andreasen
B36: René Tórgarð - Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen ? Niels Joensen, Klæmint Matras, Julian Johnsson, Niels Joensen ? Bárður Mortansson, Tórálvur Poulsen, John Petersen, Magni á Lakjuni
TB: Lars Müller - Nebosja Urtajl, Óli Johannesen, Vladimir Matijivic - Bárður Dimon, Dan Mortensen, Jón Johannesen, Olivur Abrahamsen, Craig Dean, Einar Petersen - Allan Michelsen