B36 fekk gongd á

1. deild: Eftir eina oyðimarkargongu av teimum heilt stóru, fekk B36 endiliga glið á, tá teir sunnudagin vitjaðu vesturi í Vágum

FS Vágar-B36 1-3 (1-1)


Tað vóru tvey lið, sum bæði høvdu sínar trupulleikar at dragast við, sum fóru á vøllin í Sørvági sunnudagin.

Heimaliðið hevur havt eitt sera trupult kappingarár higartil, har teir alla tíðina hava verið sera nær botninum.

Hjá gestunum hevði staðið lítið betri til, síðani John Petersen fór av landinum. Tá var støðan tann, at B36 hevði 15 stig fyri 5 dystir, men næstu seks dystirnir kastaðu bara 3 stig av sær, so tað mundi vera okkurt um tosið, tá onkur hevði orðið »kreppa« á lofti.


Tamur fyrri hálvleikur

Hóast dysturin sum kunnugt kastaði trý kærkomin stig av sær til gestirnar, so sýndu teir á ongan hátt, at kreppuhugtakið er nakað, sum er farið.

Ofta var talan um rótut spæl, har hvørgin parturin var frægari enn annar, men gestirnir høvdu tó ein fyrimun fram um teir á heimaliðnum, og tað var, at teir stríddust saman.

Tað var eisini skjótt greitt, at hetta var neyðugt, skuldi dysturin vinnast, tí heimamenninir brúktu ikki nógvar minuttir um at leggja seg á odda. Álop endaði við, at bólturin varð stungin inn um verjuna hjá B36, og John Johannesen kundi púra leysur senda millum beinini á Trónda Vatnhamar í B36-málinum.

Tá sæð verður burtur frá skjóta leiðslumálinum hjá vágamonnum, var talan ikki um teir stóru málmøguleikarnir. Liðini bæði royndu hvør í sínum lagi, men sum heild var talan ikki um nakað skipað fótbóltsspæl. Nógvir nærdystir og nógv sparkarí stóð ovarlaga á skránni, og tá B36 fekk skotið seg upp á javnt, var talan heldur ikki um nakað væl gjøgnumspælt álop.

Jákup á Borg sendi hornaspark innfyri, og eftir at bólturin hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í brotsteiginum, endaði alt við, at Egil Zachariassen fekk sett fótin á. Vágamenn tóktust ónøgdir um, at dómarin góðkendi málið, tí teir vildu vera við, at talan framman undan hevði verið um fríspark, men dómarin lat ikki við seg koma.


B36 tók yvir

Javnleikur var so eisini støðan, tá liðini fóru til hálvleiks, men í seinna hálvleiki tóktist B36 at hava fótað sær betri.

Nakrir málmøguleikar spurdust eisini burtur úr, men í flestum førum var neyvleikin ikki til staðar, tá skjótast skuldi, soleiðis at Remi í vágamálinum fekk vart fyri, tá boð vóru eftir honum.

At liðskiparin hjá FS Vágum, Ari Thomassen, varð rikin av vølli fyri næsta gula kortið, hjálpti so avgjørt ikki um støðuna hjá heimaliðnum. B36 fekk nú størri rásarúm, og royndirnar gjørdust alsamt fleiri og næskari.

Leingi var tó líkt til, at alt skuldi enda við, at liðini fingu eitt stig í part, men tá einir tíggju minuttir restaðu av dystinum, fingu gestirnir avgjørt dystin til egnan fyrimun.

Pólverski áleyparin, Maciej Maryniak, fekk bóltin, eftir at Jákup á Borg hevði rikið hálvan vøllin, og eftir at hava snarað sær á, langaði hann bóltin í meskarnar.

Tveir minuttir seinni varð eingin ivi um, hvør vinnarin skuldi verða. Jørgen Meitilberg var hægstur, tá hornaspark varð sent innfyri, og við høvdinum beindi hann bóltin í málið.


Fingu luft

Um B36 við sigrinum aftur hevur fingið luft undir skerdu veingir sínar, kann enn tykjast heldur óvist. Hinvegin er einki at ivast í, at sigurin kom væl við hjá teimum.

Oddastríðið kunnu teir helst gloyma alt um, tí har tykist ov nógv at vera mist, men hinvegin hildu teir við sigrinum fast um møguleikan fyri europeiskari luttøku komandi ár.

Komandi vikuskifti skulu teir vitja í Sumba, og megna teir tá at taka trý stig heim aftur við sær, kann væl vera, at teir aftur fara at nærkast oddinum.

Vágamenn eru hinvegin framhaldandi illa sperdir í botninum. Komandi vikurnar skulu teir fyrst á vitjan í Havn, áðrenn teir um tvær vikur fáa vitjan av sumbingum. Einki er at ivast í, at serliga í heimadystinum móti Sumba verður roknað við, at teir kunnu fáa trý stig til høldar, men skal tað henda, skulu teir kýta seg nógv meira, enn teir gjørdu sunnudagin.

Kreftirnar eiga í nógv størri mun at verða nýttar til spælið við leðurkúluni, heldur enn til kjaftaslit. Í so máta kunnu teir taka við læru av B36 leikarunum, og tí teir sýndu sunnudagin.


FS Vágar-B36 1-3 (0-2)

1-0: John Johansen 7

1-1: Egil Zachariassen 36

1-2: Maciej Mariniak 80

1-3: Jørgen Meitilberg 82


FS Vágar:

Remigius Mikocionis - Poul Kjartan Thomsen, Heðin Joensen, Zilvanius Zudis, Rimvydas Bakus - Tór-Ingar Akselsen, Igoris Kirillovas, Albert Ari Thomassen, Sonni Johansen - John Johansen, Birgir Joensen


B36:

Tróndur Vatnhamar ? Darius Magdisauskas, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen ? Carl Herup Høgnesen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Håkan Lundholm - Maciej Maryniak, Jákup á Borg, Jørgen Meitilbergrt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen