B36 fingið álopsprofil

Fyrrverandi estiskur landsliðsáleypari skal avloysa Patrik Johannesen í B36

 

B36 hevur í dag sett navn á avloysaran hjá Patrik Johannesen til álopsplássið í felagnum komandi kappingarár. Og tað er ikki hvør sum helst, sum fer at avloysa Patrik Johannesen í B36. Talan verður um estiska áleyparan, Kaimar Saag, sum serliga er kendur úr donskum fótbólti.

 

Í Danmark spældi Kaimar Saag frá 2008 til 2012 við Silkeborg, har hann var álopsmakkari hjá Christian Lamhauge Holst. Eisini hevur Kaimar Saag royndir frá svenskum og norskum fótbólti, har hann hevur spælt seinastu árini.

 

Kaimar Saag er skrásettur fyri 46 dystir fyri estiska landsliðið, og er 29 ára gamal. Kaimar Saag spældi seinastu ferð á estiska landsliðnum í 2014. Ein av dystunum fyri Estland var í 2010, tá Kaimar Saag kom á máltalvuna móti Føroyum í Estlandi. Tann dystin vann Estland 2-1 við tveimum málum í yvirtíðini, eftir at Jóan Símun Edmundsson annars hevði skorað til 1-0 til Føroyar fyrr í dystinum.