B36 finnur ikki málið

Tað eru tvey lið í aldudalinum, sum hittast í Gundadali sunnu­dagin. B36 hevur bara fingið eitt stig burturúr trimum teim­um seinastu ferðunum, og B68 hevur bara fingið tvey stig burturúr fimm teimum sein­astu ferðunum.
Merkisvert er tað, at Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz og hinir í B36 ikki hava skorað í trimum dystum á rað. Sambært B36 heimasíðuni hevði B36 frammanundan skorað í 49 lands­kappingardystum á rað – í tíðarskeiðnum 26. september 2010 og fram til 5. august 2012.
B36 liðið hevur verið og er framvegis illa plágað at skað­um, og ímóti B68 verður Súni Olsen ikki við. Hann er leik­bannaður eftir útvísingina í 2-0 tapinum ímóti HB.
Tað brennur orduliga undir toftamonnum. Mikukvøldið kendist tað sum vónbrot at tapa 3-1 á heimavølli ímóti KÍ. Toftamenn vóru hampuliga væl nøgdir við leikliga avrikið, men teir hava framvegis nógvar skaðar at dragast við. Jann Ingi Petersen royndi at hjálpa til ímóti KÍ, men hann noyddist av vøllinum, áðrenn ein hálvur tími var farin. Í hansara stað kom superveteranurin Øssur Hansen inn á miðvøllin.
Einar T. Hansen er tøkur aftur eftir leikbannið miku­kvøldið.

B36 - B68: Petur Reinert
sunnudagin 2. september klokkan 15.00