B36 gjørdi eitt ordiligt lop

B36 fór við sigrinum á runavíkingum sunnudagin framum bæði GÍ og NSÍ á stigatalvuni og gjørdi harvið eitt ordiligt lop í stigatalvuni. Hetta var samstundis fjórði sigurin á rað hjá havnarliðnum. Hóast NSÍ hevði tvær royndir á træverkið og skapti fleiri málmøguleikar, eydnaðist teimum ikki at skora

Tað gongur strúkandi hjá svarta og hvíta havnarliðnum. Sunnudagin vann liðið sín fjórða sigur á rað í landskappingini, eftir at tað ikki eydnaðist teimum at vinna í trimum teimum fyrstu umførunum, og fólk vóru farin at tosa um kreppu.
Sunnudagin var NSÍ í Gundadali við sínum guliganz-viðhaldsfólki sitandi í stóra skýlinum. B36 vann eftir ein sera spennandi dyst við nógvum málmøguleikum og ágangandi álopsspæli frá báðum pørtum.
Runavíkingar munnu iðra seg stórliga, tí við tapinum eru teir dotnir eitt sindur burturímillum í oddastríðnum tó uttan heilt at hava spælt sær av við møguleikan at gera seg galdandi FM-stríðnum.

NSÍ betri byrjan
Hóast NSÍ spældi á útivølli var greitt, at liðið ætlaði sær at fáa øll trý stigini úr Gundadali. Gestirnir løgdu út sum eitt ódnarveður og høvdu greiða yvirvág fyrstu løtuna. Álopini at kalla skolaðu oman ímóti B36 málinum.
Fyrsti stóri málmøguleikin kom eftir einar tíggju minuttir, tá Óli Hansen var hægstur og skallaði eitt hornaspark frá Sjúrði Jacobsen á tvørstongina.
Eitt óløgi kemur sjáldan einsamalt verður sagt. Lítla løtu seinni breyt Christian Høgni Jacobsen ígjøgnum í vinstru síðu, fór framvið Pól Thorsteinssyni og kom heilt inn í málteigin, áðrenn Rúni Elttør takklaði bóltin út til horna, tá Christian Høgni skuldi leggja útfrá.
Eftir einar tjúgu minuttir hevði B36 sína fyrstu veruligu roynd á málið hjá Jens Martini. Eitt miseydnað langskot frá Allani Mørkøre endar í beinunum hjá Heðini á Lakjuni, sum skýtur uppá mál, men bólturin endar beint í føvninginum hjá garvaða málverjanum.

B36 framum
B36 ressaðist í seinna helmingi av fyrra umfari, og Heðin á Lakjuni vísti seg frá síni vandamiklastu síðu, tá hann fór ein solotúr frá egnari hálvu og rak allan vegin inn í brotsteigin hjá NSÍ. Jens Martin megnaði tó at bjarga skotroyndini frá klaksvíkinginum.
Christian Høgni Jacobsen hevði møguliga tann mest upplagda málmøguleikan hjá NSÍ fyri steðgin. Eitt fríspark frá Sjúrði Jacobsen verður steðgað av B36 verjuni og dettur út til Christian Høgna, sum stendur væl fyri og rættiliga leysur í brotsteiginum. Skotið miseydnaðist tó og endaði í stóra krovinum hjá Allani Mørkøre.
Sum tað ofta vísir seg, so kann ein málmøguleiki hjá tí eina liðnum ístaðin enda við máli í hinum endanum. So var eisini hesuferð, tí í næsta álopinum fekk B36 hol á.
Tað vóru Jákup og Heðin, sum spældu væl sínámillum í vinstru síðu. Bólturin endar hjá Jákupi, sum gevur sær góðar stundir og bíðar eftir, at fleiri leikarar skulu koma inn í brotsteigin.
Hann sendir so innfyri til handaru stong, har Klæmint Matras kemur stormandi frá miðvøllinum, og hann hevur ikki torført við at skora úr stuttari fjarstøðu.
Runavíkingar vóru møttir mannsterkir upp í Gundadali sunnudagin, og ein eftir øllum at døma ávirkaður áskoðari var so ónøgdur við dómaran Niklas á Líðarenda, at hann beint eftir fyrra málið fór inn á vøllin at gera vart við sína ónøgd. Leikarar og áskoðarar fingu tó í felag sissa mannin og beint hann av vøllinum. Tað skal tó viðmerkjast, at NSÍ-viðhaldsfólkið, sum rópar seg guliganz, setti góðan dám á dystin annars.

NSÍ trýstir
Seinni hálvleikur var meira ferðmikil enn fyrri, og liðini bæði skaptu enn fleiri málmøguleikar og vandamiklar støður í brotsteigunum í báðum endum av vøllinum.
Fyrsta málmøguleikan fekk Christian Høgni Jacobsen. Allan Mørkøre royndi at leggja eitt innlegg aftur til málverjan René Tórgarð við bringuni, men Christian Høgni var sum eitt fok á bóltinum. René megnaði tó at blokera, og bólturin støkk útaftur í spælið.
Fáar minuttir seinni kundi Heðin á Lakjuni havt lagt B36 framum við tveimum málum, tá hann fekk ein gyltan møguleika. Sverrir Kjærbo roynir seg við einum skoti, sum verður blokerað av NSÍ-verjuni, og bólturin dettur tilvildarliga niður miðskeiðis í brotsteiginum, har Heðin á Lakjuni er skjótur á staðnum. Jens Martin hevði tó sæð vandan og fekk vart fyri skotinum hjá Heðini.
Tað var annars NSÍ, sum royndi at leggja trýst á B36 málið, meðan B36 meira dúvaði uppá skjótálop við John, Heðini og Jákupi, sum teir mest vandamiklu menninir.
Eitt nú hevði NSÍ eitt ótal av hornaspørkum og innleggum, og har bólturin ferðaðist runt í brotsteiginum, uttan at B36-leikararnir fingu beint hann av vandaleið. Serliga var Messias Perreira vandamikil í luftini. NSÍ hevði tó ikki hepnið við sær í hesum dystinum, tí hóast nógvar royndir á málið vildi bólturin ikki inn.

John Petersen leggur lok á
Um miðjan seinna hálvleik hevði NSÍ enn eina naska roynd. Tað var enn einaferð Christian Høgni, sum fekk fatur á einum leysum bólti uttanfyri brotsteigin, og hann langaði til. Skotið endaði tó á stongini, og NSÍ-ararnir iðraðu seg við hondunum á høvdinum.
Lítla løtu seinni hevði John Petersen ein stóran málmøguleika. Hann og Heðin á Lakjuni høvdu gott samanspæl í vinstra borði, og Heðin legði útfrá til John, sum var staddur beint innanfyri brotsteigin mitt fyri málið. Hann hevði góðar stundir, men skotið fór í beinini hjá einum verjuleikara, og so var tann vandin av.
Tá dysturin nærkaðist endanum, fær B36 tað seinna og avgerandi málið, sum gjørdi enda á NSÍ hendan dagin.
Sjúrður Jacobsen fór niðaneftir í vinstra borði, men varð takklaður av Klæminti Matras. Heini í Skorini fangaði bóltin og sendi hann víðari til Jákup á Borg í høgru síðu, sum sendir eitt perfekt innlegg til John Petersen, sum stútar í netið til 2-0.
Stór frøi á leikarum og B36 viðhaldsfólki, sum hevði sitið á pínubeinkinum allan seinna hálvleik, kundi nú anda lættan.
Mikukvøldið er tað so stóra grannauppgerðin millum HB og B36, sum er á skránni. NSÍ tekur ímóti KÍ á heimavølli.

B36 - NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Klæmint Matras
2-0: John Petersen

B36: René Tórgarð - Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen - Niels Joensen (Heini í Skorini, 35.), Klæmint Matras, Sverrir Kjærbo (Fróði Clementsen, 78.), Jákup á Borg - Heðin á Lakjuni, John Petersen (Sonni Johansen, 90.)
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjálvur Nielsen (Rúni Rasmussen, 79.), Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen - Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 45.), Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen - Christian Høgni Jacobsen, Sonni L. Petersen (Andy Olsen, 73.)