B36 hægri enn nakrantíð áður

Aldursforsetin skal gera eina nýggja roynd í bestu deildini. Avgerðin um beinleiðis niðurflyting er útsett inntil leygardagin

 

Samanum


B36 er føroyameistari 2001. Sunnudagurin var størsti dagurin í 65 ára longu søguni hjá elsta árstalsfelagnum í landinum. Tað er ongantíð komið fyri áður, at teir hava vunnið bæði steypakappingina og meistaraheitið.

Í løtuni er eingin ivi um, at B36 er besta felagið í Havnini. Fyri fyrstu ferð í meiri enn tredivu ár hava teir vunnið báðar landskappingardystirnar ímóti HB.

Tapið ímóti B36 hevur við sær, at HB ongan møguleika hevur at sleppa av sjeynda plássinum. Talan er um vánaligastu endastøðuna nakrantíð hjá HB, og tað er svíður sjálvandi, tá málið og ætlanin var í hvussu so er at kvalifisera seg til UEFA Cup fótbólt.

Hjá B36 er tað serliga hugaligt, at teir hava vunnið meistaraskap og steypakapping við nógvum monnum, sum eru uppvaksnir í felagnum.

Í áttati árunum var B36 tvær ferðir í 2. deild. Tá besta deildin í 1988 varð víðkað til tíggju lið, fekk B36 møguleikan í bestu deildini. Tá vóru fremmandir spælarar ? eitt nú Meinhardt Dalbúð og Abraham Hansen ? høvuðsálitini. Tað kemur sjálvandi væl við hjá B36, at John Petersen hevur spælt við teimum seinastu fimm árini, og Lakjumenninir, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Bjarni Prior og Egil Zachariassen pynta væl um.

Tað hugaliga er, at nú eru ungir B36arar, sum eiga bestu fótbóltsárini á, við til at mynda besta liðið. Tróndur Vatnhamar, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Kenneth Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Clementsen, Áki Mørk, Heini í Skorini og Niels Joensen eru dømi um hetta. Og sum hann hevur spælt, síðani hann slapp av við skaðan, kann tað væl vera, at erka B36arin Jens Kristian Hansen fer at spæla fleiri ár afturat!

Tá B36 í 1997 hevði vunnið FM, segði formaðurin, Kristian á Neystabø, at tað skuldu ikki ganga 35 ár til næsta meistaraheitið. Tað fór ikki at bera til hjá B36 at verða meistari á hvørjum ári, men teir skuldu vera við, har tað gekk fyri seg og vinna FM meiri enn eina ferð hvørt tíggju ára skeið.

Soleiðis segði formaðurin fyri fýra árum síðani. Í 1999 var um reppið, at ynskið hjá honum gjørdist veruleiki, og nú er tað vorðið tað. Tvífalt! Og so var tað enn ein sigur, at tað eydnaðist B36 at taka metið frá HB. Sigurin á B36 var tann trettandi á rað hjá B36. Metið frammanundan, sum var tólv dystir á rað, átti HB.


Upp og niður

Um B71 ella FS Vágar skal flyta beinleiðis niður í 2. deild er ikki greitt enn. Tað mesta av 1. hálvleiki sá tað út til, at B71 og Eli Hentze skuldu senda FS Vágar niður í 2. deild, men B71 megnaði ikki at fáa stig í Runavík.

Tað er greitt, at TB skal loysa av í 1. deild. Tað ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við. Aldursforsetin, sum seinast vann FM í 1987, hevur ein stóran setning at greiða. EB/Streymur hevur í ár víst, at tað ber til hjá uppflytaranum at standa seg í bestu deildini. Setningurin hjá TB verður at yvirliva. Skulu teir tað, so skulu ? sum teir sjálvir siga ? nýggir spælarar hjálpa til, og tað verður neyðugt við nógv meiri fyrireikingum, enn TB vísti í ár, tá teir fyrsta ikki so lítla partin av kappingarárinum fleiri ferðir skiftu venjara.

Tað er greitt, at Skála skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tað verður ímóti B71 ella FS Vágum. Skálamenn hava ongantíð áður verið so ovarlaga, sum teir eru nú, og teir tykjast av álvara at ætla sær uppaftur longri upp.

Tað er greitt, at GÍ skal niður í 3. deild, og tað er greitt, at VB komandi ár verður umboðað í bæði 1. og 2. deild.

KÍ skal spæla um plássið í 2. deild. Mótstøðuliðið verður Royn, sum endaði næstfremst í 3. deild.


Bronsan hongur

GÍ hevur langt síðani tryggjað sær silvurmerkini. Góða fyrra hálvan bar vónir um gull. Tí var tað ikki undarligt, at gøtumenn sunnudagin meiri kendu tað, sum um teir høvdu mist gullkrónurnar, heldur enn at teir høvdu vunnið silvurmerkini.

Tað er framvegis spenningur um triðja plássið. B68 er framvegis besta boðið, men við sigrinum á Eiði varðveittu nú fyrrverandi meistaraliðið úr Vági møguleikan fyri at vinna Intertoto Cup plássið.

Um B68 fær stig í Klaksvík, har teir seinastu trý árini hava tapt nógv, so verður bronsan á Toftum. Treytin hjá VB er, at teir skulu vinna, tá B36 og viðhaldsfólkini koma suður at taka ímóti FM steypinum og gullkrónunum. Og so er treytin hjá VB, at B68 einki stig fær í Klaksvík.

VB, NSÍ og KÍ hava øll møguleikan at enda á fjórða plássinum. VB hevur lagnuna í sínum egnu hondum. Um VB ikki fær stig ímóti B36, so hevur NSÍ møguleikan, um hvørki VB ella NSÍ fáa stig leygardagin, og um KÍ vinnur, so røkka teir fjórða plássinum.

Í síðsta umfarinum, sum verður á skránni leygardagin, verður spælt soleiðis: GÍ?B71, KÍ?B68, HB?FS Vágar, VB?B36 og NSÍ?EB/Streymur.