B36 heldur FM kósina

Spenningurin í kappingini um fjórða plássið er tann sami, og í botninum hóttir B68 nú AB

Eftir at hava ligið undir 2-0 hevur B36 vunnið 3-2 á útivølli ímóti NSÍ. Sigursmálið skoraði Adeshina Lawal stutt undan leikloki, eftir at NSÍ málverjin hevði gjørt risa mistak.

 

Tá ið sera væl upplagdi Pól Jóhannus Justinussen tíðliga í 2. hálvleiki økti um NSÍ leiðsluna, ið Klæmint A. Olsen í 1. hálvleiki hevði givið NSÍ, kendist mótbrekkan hjá toppliðnum sera brøtt. B36 hevði frammanundan tapt tvær ferðir á rað, men moralurin vísti seg at vera sera góður. Róaldur Jakobsen minkaði um munin, og stóri maðurin hjá árstalsfelagnum var Adeshina Lawal, sum javnaði til 2-2 og skoraði sigursmálið.

 

HB vann 2-0 á Skála, og Víkingur vann 3-1 við Margáir. Harvið er støðan tann sama í toppinum, sum hon var undan hesum umfarinum.

 

Í tøttu kappingini um fjórða plássið er støðan tann sama, sum hon var undan hesum umfarinum, tí umframt EB/Streym og NSÍ tapti KÍ eisini. Fyri aðru ferð í ár megnaði B68 at vinna á klaksvíkingum á Svangaskarði. Úrslitið var 1-0, og málskjútti var Ibrahim Camara.

 

Í Fuglafirði vann ÍF 3-0 á AB. Clayton Soares skoraði tvey mál beinanvegin, og í 2. hálvleiki staðfesti Bogi Reinert Petersen trivaliga sigurin eftir at Jákup Mikkelsen hevði bjargað AB brotssparki. Sigurin ber við sær, at ÍF aftur er við í stríðnum um fjórða plássið.

 

At B68 vann fulla úrtøku, og at AB tapti ber við sær, at tað nú eru seks stig millum toftamenn, sum eru undir strikuni, og argjamenn, sum eru omanfyri strikuna. Um eina viku hittast B68 og AB á Toftum!

 

ÍF-AB 3-0 (2-0)

1-0: Clayton Soares

2-0: Clayton Soares

3-0: Bogi Reinert Petersen

 

NSÍ-B36 2-3 (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Pól Jóhannus Justinussen

2-1: Róaldur Jakobsen

2-2: Adeshina Lawal

2-3: Adeshina Lawal

 

B68-KÍ 1-0 (0-0)

1-0: Ibrahim Camara

 

EB/Streymur-Víkingur 1-3 (1-1)

1-0: Arnbjørn Hansen

1-1: Hanus Jacobsen

1-2: Hanus Jacobsen

1-3: Súni Olsen br

 

HB-Skála 2-0 (2-0)

1-0: Jóan Símun Edmundsson

2-0: Alex José dos Santos

 

B36 52

HB 48

Víkingur 42

EB/Streymur 34

NSÍ 31

KÍ 30

ÍF 28

AB 22

B68 16

Skála 12

 

24. umfar

Leygardagin 27. september

KÍ-Skála

Sunnudagin 28. september

ÍF-B36

B68-AB

EB/Streymur-NSÍ

HB-Víkingur

 

LIÐUGT

2-3

 

90) 2-3

4 minuttir lagdir aftrat.

Adeshina Lawal er einsamallur frammi í B36 álopinum, og NSÍ spennir álopsbogan í botn.

 

87) 2-3: Adeshina Lawal

Eftir langa sending fram til Adeshina Lawal leypir NSÍ málverjin, Andras Gango, úr málinum. Hann er ov seinur, og so trillar Adeshina Lawal bóltin í tóma málið!

 

85) 2-2

NSÍ hevur havt risa møguleika at skora sigursmálið. Andy Olsen spældi Klæmint A. Olsen púra blankan, men tað varð ikki mál.

Meinhard Olsen avloysir Andy Olsen hjá NSÍ.

 

83) 2-2

Sjúrður Jacobsen er komin á vøllin í staðin fyri Magnus H. Olsen á NSÍ miðvøllinum.

Í skjótálopi hevur NSÍ havt risa møguleika. Andy Olsen misnýtti úr høgru í staðin fyri at leggja upp á tvørs til púra leysa Klæmint A. Olsen.

 

77) 2-2

Tað er toppundirhald við spentum støðum í báðum endum. Lukasz Cieslewicz er meiri eyðsýndur á B36 miðvøllinum, enn hann var í 1. hálvleiki.

 

72) 2-2

Eftir fínt innlegg úr vinstru frá Pól Jóhannusi Justinussen sendi Jens Joensen við høvdinum bóltin dygst framvið.

 

68) 2-2

Tað er øgiliga intenst og spennandi. Beint eftir útjavnandi málið var tætt við, at Andy Olsen um reppið at spæla Klæmint A. Olsen leysan.

Haraldur R. Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.

 

65) 2-2: Adeshina Lawal

NSÍ kiks í verjuspælinum ber við sær, at Adeshina Lawal var leysur í brotsteiginum, og úr spískum setti hann bóltin framvið Andras Gango.

 

63) 2-1

B36 spennir álopsbogan, og NSÍ er vandamikið í skjótum álopum. Serliga meint er tað í vinstru, har Pól Jóhannus Justinussen er sera væl upplagdur.

 

60) 2-1: Róaldur Jakobsen

Eftir diagonalsending úr vinstru og sneiðingar í høgru setti miðvallarin Róaldur Jakobsen við innaru síðuni bóltin í málið.

 

55) 2-0: Pól Jóhannus Justinussen

Brekkan hjá B36 er vorðin heilt brøtt. Eftir fantastiskt gjøgnumbrot í vinstru smekkaði Pól Jóhannus Justinussen bóltin umvegis stólparótina og í málið!

 

48) 1-0

Eftir horna var um reppið, at Pól Jóhannus Justinussen økti um leiðsluna.

NSÍ leggur ágangandi fyri, og Magnus H. Olsen hevur havt góða skotroynd, og Jann Martin hevur verið tætt við. Einki bendir á, at NSÍ ætlar at verja tepru leiðsluna 

 

HÁLVLEIKUR

1-0

Kanska hevur B36 verið meiri á bóltinum, men NSÍ hevur havt størstu møguleikarnar.

 

40) 1-0: Klæmint A. Olsen

Eftir misskiljing í B36 verjuni er toppskjúttin knappur og smekkar bóltin í málið.

 

29) 0-0

NSÍ er vandamikið. Eftir innlegg úr vinstru er um reppið, at Magnus H. Olsen setur bóltin í málið, men hann fór við síðuna av.

B36 vandamikið fríspark, men Andras Gango loftaði.

 

26) 0-0

Odmar Færø er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað í B36 miðverjuna er komin Símun Joensen.

 

24) 0-0

B36 hevur havt trý horna, og NSÍ hevur einki horna havt. B36 hevur bóltin meiri, men tað kennist vera góð tyngd og broddur í, tá ið heimaliðið søkir at.

 

18) 0-0

NSÍ tætt við. Eftir innlegg frá Andy Olsen eydnaðist akkurát Andriasi Eriksen at snitta bóltin burtur, áðrenn Klæmint A. Olsen møtti bóltinum. Og í næstu atsókn var um reppið, at Lukasz Cieslewicz skoraði, men tað varð bjargað til horna, sum bar nýtt horna við sær – einki spurdist burturúr.

 

12) 0-0

B36 hevur lagt sera ágrýtið fyri.

NSÍ hevur havt risa møguleika. Jann Martin Mortensen var leysur eitt sindur í vinstru, men hann sendi bóltin dygst uttanfyri handara stólpan.

 

1) 0-0

NSÍ-B36 kl. 15.00

Dómari: Lars Müller

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Magnus H. Olsen, Justinus R. Hansen – Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal

-----

LIÐUGT

2-0

 

HÁLVLEIKUR

2-0

HB er greitt omaná. Eftir 2-0 málið hevur heimaliðið havt fleiri stórar málmøguleikar, og Skála hevur einki havt at bjóða uppá.

 

42) 2-0: Alex José dos Santos

Nú gongur skjótt hjá HB. Vinstri vongverjin Alex José dos Santos hevur økt um leiðsluna - eftir flatt frísparksinnlegg.

 

36) 1-0: Jóan Símun Edmundsson

So hevur HB fingið úrtøku burturúr risa stóru leikligu yvirvágini. Andrew av Fløtum legði innfyri úr høgru.

 

34) 0-0

HB hevur leikliga yvirvág, men talan hevur ikki verið um nógvar stórar møguleikar. Tann størsta átti Jóan Símun Edmundsson, sum var púra blankur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin upp um málið. Alex José dos Santos átti innleggið.

 

10) 0-0

Higartil hevur alt verið á Skála hálvuni, og HB hevur havt onkran møguleika, men støðan er framvegis málleysur javnleikur.

 

HB-Skála kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal – Levi Hanssen, Andrew av Fløtum, Jóan Símun Edmundsson

Skála: Suni Erntsson – Jóhan B. Johansen, Símun Petur Poulsen, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus - Ólavur Mikkelsen, Pauli G. Hansen, Andras Frederiksberg, Brian Jacobsen, Uni Jacobsen– Karstin Justesen

 

---

 

LIÐUGT

1-0

 

67) 1-0

Klaksvíkingar royna at leggja trýst á, men higartil hevur tað ikki eydnast teimum at javna. At álopsbogin verður spentur ber við sær, at tað er vandamikið, tá ið Ibrahim Camara og Jonleif Højgaard fara í skjót mótálop.

 

50) 1-0: Ibrahim Camara

Eftir fríspæling frá Evrard Blé hevur Camara lagt heimaliðið framum.

Tað eru møguleikar í báðum endum.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Eftir at klaksvíkingar fyrstu løtuna vóru omaná, so menti heimaliðið seg fram ímóti steðginum. Miðvallarin Evrard Blé var tætt við, tá ið hann royndi seg við stútara, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

30) 0-0

B68 liðformaðurin, Jann Ingi Petersen, er farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin á Andrias á Líknargøtu, sum var sera eyðsýndur, tá ið B68 fyrr í ár vann 5-3 á heimavølli ímóti KÍ.

 

B68-KÍ kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

B68: Hans Jørgensen – Niklas Poulsen, Ovi Magnussen, Mads Rosenberg, Óli Olsen – Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Evrard Blé, André Olsen – Ibrahim Camara, Jonleif Højgaard

KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein

----

 

LIÐUGT

1-3 

80) 1-3: Súni Olsen br

Víkingur er greitt á sigurskós. Súni Olsen hevur úr ellivu metrum økt um leiðsluna.

 

60) 1-2: Hanus Jacobsen

So hevur Víkingur fingið uppaftur størri úrtøku burturúr leikligu yvirvágini. Aftur hesa ferð var tað Hanus Jacobsen, sum skoraði. Hesa ferð var tað eftir skotroynd og hálvbjarging.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

Víkingur hevur leingi havt meiri spæl enn heimaliðið, men í tveimum førum hevur verið heilt tætt við, at EB/Streymur hevur skorað.

 

36) 1-1: Hanus Jacobsen

So hevur leikliga yvirvágin hjá Víkingi borið mál verið sær. Vinstri vongverjin, Hanus Jacobsen, var málskjútti, tá ið hann úr góðari støðu í vinstru royndi seg.

 

30) 1-0

Víkingur er leikliga greitt omaná, og víkingarnir hava fleiri ferðir verið tætt við. Men heimaliðið hevur eisini verið vandamikið, tá ið heimaliðið er farið í skjót mótálop.

 

5) 1-0: Arnbjørn Hansen 4.

Bólturin tóktist vera á veg av baklinjuni, men heimaliðið fekk fatur á honum, og tá ið hann kom innfyri var Arnbjørn Hansen fyrstur á og stýrdi bóltin í málið.

 

EB/Strreymur-Víkingur kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariassen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen – Heðin Hansen, Finnur Justinussen, Philip Djordjevic

 

---

LIÐUGT

3-0 

80) 3-0: Bogi Reinert Petersen

Lítil og eingin ivi er nú um, at ÍF fer at vinna fyrsta sigurin á AB í ár.

 

65) 2-0

AB hevur misnýtt brotsspark. Jákup Mikkelsen í ÍF málinum bjargaði royndini úr ellivu metrum.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

Tað er í sambandi við deyðbóltar, at spentar støður hava verið síðstu løtuna. Tað hevur gingið javnt á, men gongdin hevur ikki bent á, at tað skal eydnast AB at svara aftur.

 

30) 2-0

Nú gongur tað meiri javnt á. Bæði liðini hava havt sín møguleika, men einki mál er komið aftrat, síðani Clayton Soares skoraði til 2-0.

 

20) 2-0

ÍF hevur lagt sera bragdliga fyri, og argjamenn eru tiknir fult og heilt av fótum. Clayton Soares hevur ikki verið so eyðsýndur í ár, sum hann hevur verið undanfarin ár. Í dag hevur hann verið sera væl upplagdur.

 

8) 2-0: Clayton Soares

Enn eina ferð er tað eftir innlegg frá Dánjali á Lakjuni, at Clayton Soares sera hegnisliga skorar.

 

5) 1-0: Clayton Soares

Eftir innlegg frá Dánjali á Lakjuni stýrir Clayton bóltin í málið.

 

ÍF-AB kl 15.00

Dómari: Alex Troleis