B36 hevur fótin í finaluni

B36 sýndi til tíðir stórspæl, tá tær tryggjaðu sær stóran fyrimun í hálvfinaluni í steypakappingini. Hinvegin varð ringa vikuskiftið hjá HB undirstrikað - svart upp á hvítt

 

B36-HB


Løgmassteyp


Tað mundi vera ein væl nøgdur kassameistari hjá FSF, sum sunnudagin kundi staðfesta, at heilt fitt av fólki var til fyrru hálvfinalurna í kappingini um Løgmanssteypið. Grannauppgerð var í høvuðsstaðnum, og umframt tann spenning, sum hetta altíð inniber, so var spenningurin kanska eyka stórur hesaferð. Í báðum feløgunum ganga áskoðararnir nevnliga við eini stórari vón um, at árið í ár er teirra, eins og báðir partar eru greiðir um, at júst grannarnir verða millum harðastu kappingarneytirnir hetta kappingarárið.

Gaman í høvdu liðni eisini hitst í bólkaspælinum í steypakappingini, men tá stóð ikki eins nógv upp á spæl, og venjararnir royndu kanska eisini at brýna liðini til undan landskappingini. Hesa ferð var ikki ráð til slíkar royndir. Finalusessurin í steypakappiningi var upp á spæl, og einki er at ivast í, at hesin er ein av aðalmálunum hjá báðum feløgunum.


Gávuhýrur

Tá teir báðir grannarnir í høvyuðsstaðnum hava hitst, hevur tað aloftast verið soleiðis, at HB hevur verið omaná, og eina løtu var eisini líkt til, at hetta skuldi henda sunnudagin. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, vóru tað nevnliga teir reyðu, sum fingu hol á, tá komið var til miðjan hálvleikin. B36 framdi eina deyðssynd, tá eingin leikari var klárur at samla upp, eftir at Tróndur hevði boksað útfrá, og so kundi Hallur Danielsen draga eina ferð, áðrenn hann langaði bóltin í meskarnar.

B36 leikararnir vóru tó ikki teir einastu, sum syndaðu hendan dagin. Stutt eftir at HB hevði lagt seg á odda, framdi HB verjan tvey stór mistøk, sum viðførdu, at B36 brádliga hevði leiðsluna. Útjavningin kom, eftir at John Petersen sera óneyðugt fekk tillutað fríspark beint uttan fyri brotsteigin. Frísparikið varð rullað stutt til Jákup á Borg, sum við einum knallhørðum ristskoti sendi hann flatt í meskarnar.

Við seinna málið snorksvav HB verjan, tá Heðin av Lakjuni sendi ein bólt innfyri úr vinstru. Við handaru stong stóð Jákup á Borg einsamallur, og í veruleikanum hevði hann ikki annað val, enn at skalla bóltin út frá. Hetta tóktist HB verjan als ikki at sansa, men tað gjørdi Jan Guttesen hinvegin. Við fullari ferð slapp hann sær framat bóltinum, og við uttan stórvegis hóvasták smekkaði hann til, flatt yvir síðunetið.

Sostatt hevði B36 at kalla vent dystinum, áðrenn farið varð til hálvleiks, og stutt inn í seinna hálvleik fekk árstalsfelagið so aftur eina gávu frá grannunum. John Petersen hevði aftur fingið tiltuskað sær fríspark uttan fyri HB brtotsteigin, og HB leikararnir mundu allir vænta, at Jákup á Borg fór at skjóta. Í øllum førum tóktist eingin at hava hug at ansa Pól Thorsteinsson, so hesin hevði gott pláss at senda bóltin í meskarnar, tá frísparkið varð rullað til hansara.

Í roynd og veru avgjørdi hetta dystin, men HB hevði tó ein møguleika at koma aftur í aftur. B36 leikararnir vóru í øðini, um at Niklas á Líðarenda dømdi brotsspark, fyri at John Petersen hevði armin á bóltinum. Rúni Nolsøe staðfesti tó ringa HB-dagin, tá hann úr ellivu metrum sendi bóltin himmalhøgt upp um málið, og nærri enn hesum kom HB so ongantíð aftur í dystinum.


Fleiri veikleikar

Sum nevnt omanfyri, so var dysturin eisini eitt slag av styrkisroynd hjá tveimum av FM-biðlunum, og um hendan er eftirfarandi, er einki at ivast í, at B36 í løtuni er væl sterkari enn HB. Sæð yvir ein kamb, arbeiddu leikararnir á B36-liðnum nógv betri, enn teir reyðu og svørtu. Teir fingu fatur á meginpartin av leysu bóltunum, og í fleiri førum stóðst vandi av, tá bólturin síðani varð sendir út í borðini.

Harafturat er tað í løtuni líkt til, at B36 hevur eina verju, sum er nógv tryggari enn tann hjá HB. Snøgt sagt, so nyttar tað lítið hjá HB, at hava eitt hitt vandamiklasta álopið í landinum, tá verjan samstundis gevur slíkar gávur, sum teir góvu sunnudagin. At leikarar í einari tankaleysari løtu tveita alt fyri borð, er ein barnasjúka, sum eitt lið als ikki hevur ráð at hava, um so er at ætlanir eru um ein leiklut í oddinum.

Har afturat tykist tað vera ein sera stórur trupulleiki, at liðið í ov stóran mun er tengt at, hvussu ein ella tveir leikarar standa seg. Serliga er Rúni Nolsøe sera týdningarmikil fyri spæl teirra, og í báðum dystunum um vikuskiftið var sjónligt, at spælið als ikki koyrir, um Rúnio verður tikin burtur úr dystinum. Eisini kom tað illa við hjá HB, at Pópl Thorsteinsson røkti verjuskyldurnar vinstru megin, soleiðis at rásarúmið hjá Allani Mørkøre gjørdist nógv minni, enn hann er vanur við.

Alt hetta eru lutir, sum arbeiðast má við, um HB ætlar sær at verða partur av oddastríðnum, og í so máta er tað so heldur ikki nøkur styrk, at liðið nú innan tveir dagar hevur sagt farvæl við bæði Jóhannis Joensen og Andrew av Fløtum, sum báðir nú mugu bíða í nakrar vikur, áðrenn teir aftur sleppa at royna seg.


Sterkt B36-lið

Er hýrurin í HB í botni í hesum døgum, man hann hinvegin vera heilt í toppi í B36. Leitast skal langt aftur, fyri at finna ein sigur hjá B36 móti HB, sum árstalsfelagið veruliga hevur kunnað nýtt til nakað. Bæði í 1996 og ?98 var talan um týdningarleysat dystir, sum B36 vann á grannunum, og sæð burtur frá hesum báðum ferðunum, skal leitast aftur til steypafinaluna í 1991 fyri at finna ein týðandi B36-sigur á HB.

Sum nevnt omanfyri, so varð sigurin grundaður á tríggjar gávur frá HB-verjuni, men tað skerst ikki burtur, at B36 hevði sigurin uppibornan. Sum lið arbeiddu leikararnir nógv meira, og harumframt tykist tað nú eisini soleiðis, at mongu stjørnunøvnini á liðnum eru um at finna saman. Heldur ikki tykist liðið vera eins nógv bundið av einstøkum leikarum, sum HB-liðið er tað. John Petersen hevði ikki ein av sínum bestu døgum sunnudagin, eins og Jens Kristian Hansen varð skiftur út við skaða, men kortini megnaði liðið at halda fast um dystin, og hetta sigur helst ikki so lítið í so máta.

Um B36 liðið so er nóg sterkt til at tryggja finaluplássið, er eitt annað mál. Í øllum førum hava teir vunnið sær ein avgerandi fyrimun, men HB hevur áður megnað at vent slíkum dystum. Eisini tá tað veruliga hevur sæð svart út.


B36-HB 3-1 (2-1)

0-1: Hallur Danielsen

1-1: Jákup á Borg

2-1: Jan Guttesen

3-1: Pól Thorsteinsson


B36: Tróndur Vatnahamar ? Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, Herbert í Lon Jacobsen ? Bjarni Prior, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Heðin á Lakjuni, Pól Thorsteinsson ? Jákup á Borg, John Petersen

HB: Bárður Johannesen ? Vagnur M. Mortensen, Jón Rói Jacobsen, Hans á Lag, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen ? Uni Arge, Andrew av Fløtum