B36 hevur mist Europa burtur

Hóast teir als ikki vóru sannførandi í fyrra hálvleiki, so vunnu klaksvíkingar tryggan heimasigur, tá ið teir staðfestu greiðu oddastøðuna

Høgættin er øgiliga tráð og køld í Klaksvík. Men tað leggi tey vertin á í KÍ leguni. Í dag hava klaksvíkingar vunnið 4-0 á heimavølli ímóti B36. Harvið er tað staðfest, at KÍ bara hevur mist tvey stig í fyrsta triðinginum, og at úrtøkan hjá toppliðnum og FM favorittunum er størri, enn hon nakrantíð hevur verið fyrsta triðingin, síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 er 12 stig frá toppinum, og at B36 er fimm stig frá Víkingi og fjórða plássi, sum er minsta krav fyri at vinna seg í Europa.

 

Einki bendi eftir fyrra hálvleik á, at talan fór at verða um trivaligan heimasigur. B36 var leikliga omaná, og B36 hevði størstu møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Ikki minst man Andrass Johansen iðra seg, tí hann var tvær ferðir í heilt góðum støðum – einaferð einsamallur frammanfyri KÍ málverjan – uttan at tað eydnaðist at skora.

 

Eftir steðgin var KÍ hugburðurin væl betri. Heimamenninir vunnu fleiri nærdystir, og tað var skjótt, at tað luktaði av máli. Tíggju minuttir eftir steðgin varð Jonn Johannesen skiftur inn, og fýra minuttir seinni var hann málskjútti eftir horna úr vinstru og tvørsending frá Páll A. Klettskarð.

 

Páll A. Klettskarð skorar mest sum hvørja ferð. Tað gjørdi hann eisini í dag. Jonn Johannesen var við í uppspælinum, og Árni Frederiksberg legði flatt innfyri úr vinstru.

 

Tíggju minuttir seinni var B36 miðverjin Bjarni Petersen óheppin at gera sjálvmál, og hóast Heini Vatnsdal sá reytt og KÍ var undirmannað, so eydnaðist tað Jákupi B. Andreasen at stúta til 4-0 eftir fríspark úr høgru, sum Árni Frederiksberg tók sær av.

 

-Dysturin lýsir væl gongdina hjá okkum í ár. Vit høvdu góða løtu í fyrra hálvleiki og skoraðu ikki. Eftir steðgin skrædnaði tað, tí KÍ megnar væl at taka ábyrgd, hóast spælið ikki er so sannførandi, og vit megnaðu ikki at standa ímóti, staðfestir B36 liðformaðurin Andrias H. Eriksen í samrøðu við Trónd Arge í FM1.

 

-Hetta er hugaligt. Áskoðararnir taka dyggiliga undir við okkum, og hóast tað ikki gekk so væl í fyrra hálvleiki, so eydnaðist tað at vinna trivaligan sigur. Jonn Johannesen ger mun hvørja ferð, hann fær møguleikan, og tað var týdningarmikið, at vit skoraðu bæði til 2-0 og 3-0, áðrenn Heini Vatnsdal sá gult fyri aðru ferð. Tá ið vit so fingu fríspark frammarlaga í høgru, roknaðu vit við møguleikanum, at tað skuldi eydnast at økja um leiðsluna, og vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna 4-0, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Og tit eru fimm stig fremst?

 

-Vit fegnast um øll stigini og allar sigrarnar, og nú fara vit at flyta fokus á næsta dystin, sigur KÍ toppskjúttin.

 

https://in.fo/myndasavn

 

KÍ - B36 4-0 (0-0)

 

1-0: Jonn Johannesen 59.

 

2-0: Páll A. Klettskarð 61.

 

3-0: Sjálvmál 68.

 

4-0: Jákup B. Andreasen 90.

 

Dómari: Rúni Gaardbo