B36 hevur skorað

Hjá HB er nú neyðugt at skjóta tvey mál, um steypavanda felagið skal røkka finaluni Lagið er framúr í B36 skýlinum í Gundadali. Sjey minuttir eftir steðgin hevur B36 lagt seg framum 1-0 í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

B36 málið ber við sær, at tað verður neyðugt hjá HB at skora tvey mál, um HB skal røkka finaluni. Orsøkin er tann, at tað er HB, sum eigur heimadyst í dag. Fyrra hálvfinalan endaði málleys, og um tað fer at standa á jøvnum, so fara tað at verða málini, sum eru skorað á útivølli, ið verða avgerandi.

Karoly Potemkin var málskjútti í 52. minutti. B36 vann bóltin í høgra borði, og so gjørdu teir skjótt av. Bólturin varð spældur fram eftir miðásinum og aftur um HB miðverjarnar, har Karem Poemkin gjørdist leysur í brotsteiginum og setti bóltin framvið Tróndi Vatnhamar í HB málinum.