B36 hevur stongt málið

Beinanvegin eftir steðgin skoraði B36, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða

Fyri triðju ferð á rað fór B36 av útivølli, uttan at málverjin, Rói Mørk Hentze, noyddist at fara í meskarnar eftir bóltinum.

Eftir 3-0 í Fuglafirði og 3-0 í Streymnesi endaði tað í kvøld við 4-0 sigri á Argjum.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri hálleiki, var støðan 1-0 til B36. Hóast teir í árstalsfelagnum vóru omaná, so var tað framvegis spurningur um, hvussu tað fór at tørna út.

Málið í fyrra hálleiki skoraði Michal Przybylski í 11. minutti. Uppleggið átti vongverjin í høgru Benjamin Heinesen.

Beinanvegin eftir steðgin økti Árni Frederiksberg um leiðsluna til 2-0, og síðani var spurningurin heldur, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða heldur enn møguleikin fyri, at tað skuldi eydnast AB at javna.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Sebastian Pingel um munin til 3-0. Uppleggið átti Meinhard E. Olsen. Bestu málskjúttarnir hjá B36 eru Sebastian Pingel (5), Árni Frederiksberg (5), Michal Przybylski (6) og so Meinhard E. Olsen, sum fram ímóti dystarenda staðfesti rimmar B36 sigurin og við 4-0 málinum skoraði fyri sjeyndu ferð higartil í ár.

 

AB – B36 0-4 (0-1)

0-1: Michal Przybylski 10.

0-2: Árni Frederiksberg 46.

0-3: Sebastian Pingel 66.

0-4: Meinhard E. Olsen 86.

Dómari: Dagfinn Forná

AB: Bjarki Vitalis Mørk – Gert Drangastein (Janus Svabo Samuelsen, 37.), Eli Christiansson, Sørin Samuelsen, Asbjørn Heðinsson (Dánjal Reginsson, 73.) – Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Bartal S. Petersen (Adeshina Lawal, 46.), Jasper Van Der Heiyden, Jákup Pauli Breckmann – Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Bjarni Skála

Venjari: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Martin Agnarsson, 76.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Andreas Thomsen – Magnus Holm Jacobsen (Brian Jakobsen, 80.), Erlendur Magnusson (Mattias Weihe Joensen, 88.) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel 

Gult kort: Erlendur Magnusson

Venjari: Jákup á Borg