Støðutalvan sigur, at tað fyrst og fremst er atgongumerki til europiska kapping næsta summar, ið er upp á spæl, tá ið Víkingur í kvøld fær vitjan av B36. Og í leguni hjá Víkingi tevja tey møguleikan at vera við í FM stríðnum. Víkingur er næstfremst við 34 stigum – sjey stig aftanfyri KÍ – og B36 er sjey stig frá Víkingi.
Felags fyri Víking og B36 er, at úrslitini hava verið góð seinastu ferðirnar.
Víkingur hevur ikki tapt síðani 14. apríl, tá ið tað endaði við 2-1 heimatapi ímóti KÍ. Síðani hevur Víkingur spælt tíggju dystir og vunnið átta og tvær ferðir spælt javnt.
B36 hevur ikki tapt síðani 9. mai, tá ið tað endaði við 4-0 tapi í Klaksvík. Síðani hevur B36 spælt seks dystir og vunnið fýra, og tvær ferðir er tað endað javnt. Merkisvert er tað, at tríggjar tær seinastu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum hjá Mattiasi Lamhauge í B36 málinum.
Tað er størri kapping um plássini á B36 liðnum, enn tað leingi hevur verið. Í 3-0 sigrinum í ólavsøkudystinum ímóti TB vórðu Alex Mellemgaard, Bjarki C. Nielsen og Ragnar Samuelsen skiftir inn. Teirra avrik vóru so mikið sannførandi, at teir heilt víst eru upp á tal at vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld, og so er tað Hákun Edmundsson, sum ikki enn hevur verið á besta liðnum, síðani hann í summar flutti til B36. Hann var á vøllinum í fyrra hálvleiki, tá ið næstbesta B36 liðið ólavsøkudag vann 3-0 ímóti HB.
Hjá Víkingi eru Ari Olsen og Finnur Justinussen langtíðarskaddir, og Noah Mneney, sum fleiri tær seinastu ferðirnar hevur verið vongverji í høgru og onkuntíð avloysari í miðverjuni, er leikbannaður við fýra gulum kortum.
Tá ið Víkingur í fjórða umfari 11. apríl var í Gundadali, var úrslitið 1-1.