B36 javnaði í síðstu sekundunum

Innskifti Bjarki C. Nielsen javnaði til 1-1 í evstu løtu, tá ið KÍ var á veg ímóti triðja 1-0 sigrinum ímóti B36 í ár

Kári J. á Høvdinum hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík í kvøld. Úrslitið var 1-1, og tað sigur seg sjálvt, at tá ið B36 javnaði til 1-1 í síðsta minutti, so eru tað teir í árstalsfelagnum, sum stórfegnast um at hava vunnið eitt stig, meðan teir á heimaliðnum eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at varðveita leiðsluna, sum teir vunnu, tá ið eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki.

 

Árni Frederiksberg legði KÍ á odda úr stuttari fjarstøðu eftir álop í høgru og flatt innlegg og eftir at bólturin var leysur í málteiginum, og innskifti Bjarki C. Nielsen javnaði til 1-1 við rimmarskoti eitt sindur úr vinstru og úr tíggju metrum, eftir at Sonni Ragnar Nattestad hevði vunnið nærdyst.

 

-Hetta var øgiliga harður dystur við nógvum nærdystum soleiðis, sum tað hevur verið í hinum dystunum, sum vit hava spælt ímóti KÍ, og tað var kærkomið, at tað bar úrslit við sær, tá ið vit av álvara spentu álopsbogan. So leingi, sum støðan var 1-0, var lív í, og vit roknaðu við møguleikanum, og vit eru fegnir við hetta stigið, sum kemur væl við í kappingini at sleppa við í Europa næsta summar, sigur B36 málskjúttin Bjarki C. Nielsen.

 

-Vit iðra okkum, tí vit vunnu flestu nærdystirnar, og vit høvdu fleiri møguleikar at vera frammanfyri við meiri enn einum máli, tá ið 94 minuttir vóru farnir, sigur KÍ málskjúttin Árni Frederiksberg.

 

Og hvat sigur tú um FM møguleikan? Minkaði hann í kvøld?

 

-Vit hugsa yvirhøvur ikki um FM heitið. Sunnudagin fara vit út á Skála, og tá vóna vit, at tað fer at eydnast at umseta fleiri málmøguleikar til mál, enn tað gjørdi í kvøld, sigur Árni Frederiksberg.

 

 

 

KÍ – B36 1-1 (0-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg 58.

 

1-1: Bjarki C. Nielsen 94.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Anders Sølvsten Holvad, 49.), Børge Petersen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg (Jonn Johannesen, 93.), René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð – Claes Philip Kronberg, Páll A. Klettskarð

 

Gult kort: Árni Frederiksberg, Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen

 

Venjari: Mikkjal K. Thomassen

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Lukas S. Enevoldsen (Andrias H. Eriksen, 86.), Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Alex Mellemgaard, 83.) – Eli Falkvard Nielsen (Ragnar Samuelsen, 64.), Magnus Holm Jacobsen (Mattias Hellisdal, 83.) – Hannes Agnarsson, Midhael Przybylski, Andrass Johansen – Rasmus Reihdar Nissen (Bjarki C. Nielsen, 64.)

 

Gult kort: Eli Falkvard Nielsen, Sonni Ragnar Nattestad

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

-

 

20182054656
Víkingur201613601849
HB201343422043
B3620938372130
EB/Streymur20839273927
07 Vestur206311245021
NSÍ206113254519
B68205213274217
AB205213265517
Skála20151421478