B36 leingir við stríðsmannin á miðvøllinum

Eli Falkvard Nielsen heldur fram í B36 komandi tvey árini

B36 boðar í dag frá, at Eli Falkvard Nielsen heldur fram í felagnum komandi tvey árini. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag. Sáttmálin er galdandi fram til kappingarlok 2022.

- Eli Falkvard Nielsen heldur fram í B36. 27 ára gamli og hartarbeiðandi stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36 hevur longt sáttmálan við B36. Í ár er sjeynda árið hjá Eli á besta liðnum hjá B36 og hevur Eli eisini júst rundað 200 dystir í bestu deildini í Føroyum. Sáttmálin ímillum B36 og Eli er galdandi til og við kappingarlok 2022, skrivar B36.fo

Hann er ein týðandi spælari á miðvøllinum hjá B36. Mangan hevur luturin hjá honum verið tann harði spælarin, sum skal bróta spælið niður hjá mótstøðuliðnum. Eli F. Nielsen hevur eisini verið úttikin til landsliðið seinastu árini, og fekk debut á landsliðnum móti Rumenia í fjør.

B36 skal hóskvøldið spæla móti FC Levadia Tallinn í 1. umfari í Europa League. Dysturin verður á Tórsvølli. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

##med2##