B36 liðið sett

Champions League: Royndirnar týdningarmiklar í kvøld

Champions League: B36 liðið er sett til dystin móti maltesiska Valletta FC. Eitt nú byrjar Jákup á Borg inni í álopinum. – Vit hava alt eitt lið, sum hevur royndir frá Evropa, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá b36.

 

Les eisini: Tí er Lukasz á bonkinum

 

Liðið er: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H. Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam – Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard og Jákup á Borg

 

- Vit hava valt spælarar við royndum á útivølli í Evropa, og royndum sum heild í Evropa. Vit hava valt eitt lið, sum kann verja, men samstundis spælir bólt. Vit koma undir trýst, men skulu kunna spæla okkum úr tí og halda upp á bóltin. Við tí kunnu vit somuleiðis hótta við mótálopum, sigur venjari hjá B36.

 

Í mun til vanligu uppstillingina, so er ein broyting at 36 ára gamli Jákup á Borg byrja inni sum fremsti maður. Tað er tað ein heilt serlig orsøk til.

 

- Hann hevur spælt í seinastuni og er frískur. Hann hevur gjørt tað gott og vit vænta, at hann sum álypari kann hjálpa við teimum dygdunum, sum hann hevur. Hann er góður á bóltinum og vit vóna, at hann klárar at halda upp á bóltin og fáa spælið hjá okkum í gongd, sigur Eyðun Klakstein.

 

Málið er einfalt

Málið í dystinum í kvøld er einfalt, tað er at fáa eitt gott útgangsstøði til heimadystin um eina viku.

 

- Vit vita hvat vit skulu. Málið er at fáa eitt gott útgangsstøði. Vit hava eisini góðar spælarar við ymiskum dygdum á bonkinum, ið kunnu koma inn og gera mun, sigur Eyðun Klakstein

 

 B36 hevur fleiri álopskort á bonkinum, sum telur nøvn sum Sebastian Pingel, Jógvan Skeel Nolsøe, Lukasz Cieslewicz, og ungar menn sum Hannis Agnarsson og Pætur Petersen.

 

Dysturin móti Valletta byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Hetta er fyrri av tveimum dystum.