B36 plagar at standa seg væl á Skála

Tað eru tíggju ár síðani, at Skála vann á heimavølli ímóti B36

Tað er grækarismessa, og fyrsti dysturin í øðrum umfari í Effo-deildini verður seinnapartin á Skála, har meistararnir í B36 fara at vitja.

 

Tað eru tíggju ár síðani, at Skála síðst vann á heimavølli ímóti B36. Tað var 16. juli 2006, tá ið úrslitið var 1-0. Málskjútti var Pauli G. Hansen, sum eisini í dag verður á Skála liðnum. Aðrir, sum spældu í 2006 og framvegis eru á Skála liðnum, eru Jónhard Frederiksberg og Pætur Dam Jacobsen. Skálamaðurin Hanus Thorleifsson var á B36 liðnum fyri tíggju árum síðani. Hann spælir enn við B36, men orsaka av skaða verður hann ikki við ídag.

 

Í B36 droyma teir um at finna mannin, sum fer at skjóta eina rúgvu av málum. Fyrsta umfar kundi bent á, at teir hava funnið hann í Jógvan Skeel Nolsøe, sum í 4-1 sigrinum á ÍF skoraði tvær ferðir. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður á Skál, og málskjúttin fegnast:

-Eg eri sera væl móttikin í B36, liðfelagarnir eru góðir, og hjá mær snýr tað seg um at seta bóltin í málið, sigur Jógvan Skeel Nolsøe.

Hin álopsspælarin, Sebastian Pingel, varð skiftur inn ímóti ÍF, og hann skoraði. Spurningurin er nú, um Eyðun Klakstein fær pláss fyri teimum báðum seinnapartin.

Hanus Thorleifsson og Høgni Eysturoy eru framvegis skaddir, og Jákup á Borg er burturstaddur.

 

Á Skála skulu teir reisa seg eftir 4-1 tapið í Gøtu. Skálamenn vita væl, at størsta avbjóðingin er at halda Lukasz Cieslewicz í stuttum tjóðri, tí tað er hann, sum leggur upp til flestu B36 málini:

-Í Gøtu gekk tað væl í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vóru vit ikki nóg dugnaligir, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, sum er veteranur í miðverjuni.

Tað er ivasamt, um Jákup Johansen orsaka av skaða verður førur fyri at spæla í dag. Pauli G. Hansen er við aftur, eftir at hann var sjúkur, tá ið Skála var í Sarpugerði.

Skála-B36: Kári J. á Høvdanum kl. 16.00