B36 selur sjónvarpsrættindini

- Tað er yvir 50 túsund krónur og nakað væl meir enn tað, sigur formaðurin

Tað kemur væl við í B36, at felagð nú hevur vunnið seg víðari til 2. umfar í undankappingini til Europa League. B36 skal hóskvøldið spæla móti turkiska Besiktas. Umframt gjaldið hjá UEFA á 1,9 milliónir krónur, so fær B36 eisini nakrar pengar fyri at selja sjónvarpsrættindini til dystin.

 

Les eisini: So nógvar pengar fær B36

 

Formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen, vil ikki siga hvussu nógvar pengar talan er um, men váttar at tað er um eina góða upphædd fyri B36, sum er við fáa avtaluna upp á pláss. 

 

Tað er yvir 50.000,- og nakað væl tað, men meiri vil eg ikki siga um tað. Avtalan er ikki komin endaliga upp á pláss, men vit vóna at tað keur upp á pláss í dag. Vit hava sent eina fyritøku at umboða okkum, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36.

 

Um ætlaða avtalan kemur upp á pláss, so verður talan um eina føroyska framleiðslu av dystinum.

 

- Vit hava fingið vegleiðing frá Fótbóltssambandinum og Hans Eriki Danielsen. Øll útgerð er í landinum, og vit ynskja at framleiðslan er føroysk, sigur Rúni Herup Olsen.

 

Dysturin verður helst bara vístur í Turkalandi, men Besiktas er eitt stórfelag í Turkalandi, sum hevur um 80 milliónir íbúgvar. Dysturin verður hóskvøldið klokkan 19 á Ovra vølli í Gundadali.