HB-B36 2-2 (2-0)
Tá vanliga leiktíðin í Gundadali var um at fara, var líkt til, at HB framvegis var á gullkós. Dómarin, Lassin Isaksen, hevði tá júst bríkslað fyri brotssparki, og mótmælini frá illu B36-leikarunum nyttaðu lítið, tó dómarin stóð við sítt.
Allan Mørkøre tapti tó tvídystin við Trónd Vatnhamar, og illa sperdu HB-viðhaldsfólkini vórðu sostatt sett aftur á pínubeinkin, har tey høvdu verið, síðani Jens Kristian Hansen hevði minka HB leiðsluna niður í eitt mál.
Hjálpardómarin gav tekin um, at tríggir minuttir vórðu lagdir afturat tíðini, og tá hesir vóru farnir, var HB framvegis á odda. Bæði í grannauppgerðini og á stigatalvuni.
Átta sekund seinni var støðan tó vend á høvdinum. Í seinastu álopsroyndini eydnaðiast B36 at javna, og meðan HB leikararnir stóðu sum negldir, fegnaðust teir svørt/hvítu, sum um tað vóru teir, sum høvdu tikið eitt avgerandi fet móti meistaraheitinum.
Einasta, sum HB slapp at gera afturat í dystinum, var at geva bóltin upp, áðrenn dómarin fyri seinastu ferð blásti í floytuna, og harvið markeraði endan á einum sonnum drama, sum alt í alt hevði vart gott og væl hálvan annan tíma.
HB sat á øllum
At talan skuldi gerast um nakað drama, vóru tó eingi tekin um fyrstu trý korterini av dystinum.
HB var snøgt sagt nógv betra liðið í fyrra hálvleiki, og leingi var líkt til, at eldra havnarfelagið skuldi vinna vanliga sigurin á lítlabeiggjanum.
Meðan HB frá byrjan av fekk glið á vanliga positiónsfótbóltin, har mótstøðumenninir renna seg troyttar í kvaka samanspælinum, var heilt øðrvísi statt hjá B36.
Markeringarnar vóru leysar, og tá teir endiliga fingu fatur á bóltinum, var hann óneyðuga skjótt tveittur burtur, soleiðis at HB aftur kundi søkja á málið hjá Trónda Vatnhamri.
Eftir 13 minuttum gav málsókna HB spælið úrslit. Allan Mørkøre rann frá Clementsen í høgru, og hóast Fróði mundi halda bóltin fara út av, so vildi Mørkøre maðurin tað øðrvísi. Av baklinjuni fekk hann sent bóltin inn fyri, har Jón Rói við fullari ferð kom rennandi og fekk sett pannuna á.
Málið setti enn meira ferð á HB, og næstu løtuna skolaðu álopini oman eftir B36 hálvuni, men so við og við hæsaði trýstið tó av. B36 kom eisini alsamt betri við, men stórar málmøguleikar fingu teir tó ikki burtur úr hesum.
Størsta orsøkin til hetta var, at ístaðin fyri at royna at koma afturum HB verjuna, varð aloftast roynt við diagonalbóltum móti HB verjuni. Hetta var góður kostur hjá høvuðssterku HB verjuni, ið so at siga ongar trupulleikar hevði av hesum.
Talan var tó á ongan hátt um nakra B36 yvirvág, og tað var ikki óuppiborið, at HB skeyt seg upp á 2-0, eftir hálvan tíma. Málið var tó eitt av teimum heldur løgnu, tí líkt var til, at Hallur Danielsen meir enn hálvkiksaði, tá hann royndi seg langt innkast og eitt sindur aftur og fram í B36 brotsteiginum. Hvussu var og ikki, so tók skotið í eitt B36 beint, haðani bólturin stiklaði skrúvandi upp um Trónda, sum varð fullkomuliga snýttur av skotinum.
B36 hamskift
Fyrri hálvleikur var kanska nakað linligur, leikliga sæð. Ikki tí, sum nevnt fekk HB í stórum pørtum av dystinum gott glið á sítt spæl, men tað skulu tvey góð lið til, fyri at skapa ein góðan dyst.
Hvat Piotr Krakowski hevði sagt leikarunum í hálvleikinum, er ikki gott at vita, men tað hjálpti í øllum førum.
B36 liðið var nevnliga hamskift í mun til fyrra hálvleik. Einasta taktiska broytingin var annars, at Mikkjal Thomassen og Jens Kristian Hansen skiftu pláss, so landsliðsskiparin í størri mun tók lut í framrættaða spælinum.
Hinvegin var broytingin í hugburðinum stór, tí frá fyrsta bríkslið var nú líkt til, at B36 ætlaði at venda dystinum. Tá HB samstundis tóktist vera mest áhuga í at varveita leiðsluna, fyri síðani at dúva upp á avgerandi mótálopið, sum hevði givið grannunum deyðskossin.
Líkt var leingi til, at dysturin antin fór at venda, ella verða avgjørdur, men hóast møguleikar í báðum endum, so fór bólturin ikki inn um málverjarnar.
Nærmast mundi B36 vera, tá Jens Kristian Hansen snittaði hornasparksinnlegg, men bólturin kíndi undirsíðuni av tvørtrænum, áðrenn hann aftur støkk út í spælið.
Tá farið var um hálva tíman, var eydnan tó við Jens Kristiani. B36 vann fríspark í høgru, tá Hans á Lag var ov seinur eftir Jákup á Borg. Í brestinum fekk Hans onkran snudd, og meðan hann stóð við síðulinjuna og bíðaði eftir at sleppa inn, varð frísparkið hjá B36 skotið innfyri. Við handaru stong var Liðskiparin hjá B36 hægstur og stýrdi bóltin inn um Bárð Johannesen.
Rokmikið korter
Seinasta korterið av dystinum gjørdist sostatt enn meira spennandi, og vóru HB?arnir kroystir undan málinum, vóru teir tað ikki minni nú.
Álopshugurin hjá B36 gjørdist alsamt størri, men hinvegin gav hetta eisini enn betri rúmd fyri kontraspælinum hjá HB. Fleiri ferð var eisini um reppið, at hetta gjørdist heilt vandamikið, men rættuliga leysir gjørdust teir tó ongantíð.
B36 stríðið tóktist tó vera til fánýtis, tá dómarin bríkslaði fyri áðurnevnda brotssparkið, men Tróndur megnaði tó at halda lív í vónini, tá hann meistarliga vardi fyri knallharða skotinum frá Allani Mørkøre.
Løtu seinni var Tróndur aftur í fokus, tá hann hálvkiksaði eitt útspark. Florin Miháescu hevði so at siga opið mál, men onkursvegna megnaði Tróndur kortini at verja fyri, so talan bert gjørdist um hornaspark.
Seinastu minuttirnar av dystinum, kulmineraði alt. Dómarin legði tríggjar minuttir afturat, og hesir vóru farnir, tá B36 vann innkast í vinstru. Bólturin varð tveittur inn í brotsteigin, Magni legði út frá til Mikkjal, sum sendi bóltin innfyri, og har kom so aftasti maðurin hjá B36, Egil Zachariasesen, sum trijða dystin upp í slag kundi beina bóltin í málið.
At kalla frøina á B36 leikarunum fyri stóra, er helst ein hin grovasta undirmetingin í ár. Fagnaðurin á áskoðaraplássunum var alstórur, meðan spælararnir í sínum lagi bóltaðu runt á vøllinum.
Av sonnum eitt antiklimaks hjá HB, sum frá 13. fram til 93. minutt hevði allar trumfarnir á hondini í FM-stríðnum, men sum altso í seinastu sekundunum mátti síggja jokaran fara til Vágs.
HB-B36 2-2 (2-0)
1-0: Jón Rói Jacobsen 13.
2-0: Sjálvmál 32.
2-1: Jens Kristian Hansen 68.
2-2: Egil Zachariassen 90.
Dómari: Lassin Isaksen (KÍ)
HB:
Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Ingi Rasmussen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Vagnur Mohr Mortensen ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum
B36:
Tróndur Vatnhamar ? Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariassen, Fróði Clementsen ? Jan Guttesen, Klæmint Matras, Mikkjal Thomassen, Jens Kristian Hansen, Karl Leonsson ? Jákup á Borg, Magni á Lakjuni