Fótbóltur
Fortalararnir fyri einari skerjin av bestu deildini fingu nakað av nýggjum krúti, tá FS Vágar vitjaði í Gundadali. Úrslitið varð ein metsigur upp á 15 mál til heimaliðið, og so er kanska nóg mikið sagt um dystin.
Tað skal tó leggjast afturat, at vóru bæði liðini fullmannað, hevði úrslitið helst verið eitt heilt annað. Gaman í manglaði B36 leikarar, sum eru antin fastir á landsliðnum ella evni til hetta, men í mun til vágamenn hevur B36 leikarar at seta í staðin fyri teir, sum ikki kundu spæla. Breiddin í hópinum hjá vágamonnum er snøgt sagt ov lítil til at bera missin av fleiri stuðulsleikarum.
Met
Við stórsigrinum setti B36 eisini met, hvat viðvíkur einum sigri í bestu mansdeildini. Síðani Gøroyar fingu altjóða limaskap, í 1988, hevur talan tvær ferðir verið um 11-1 sigrar til ávíkavist B36 og GÍ móti Sumba, men veruliga metið átti HB, sum í 1971 vann 14-1 á ÍF. Nú er so eisini hetta met sligið, men fáa vágamenn ikki skjótt skil á spæl sítt, er als ikki óhugsandi, at metið hjá B36 fellir, áðrenn kappingarárslok.
Ístaðin fryi at skriva nakað víðari um sjálvan dystin, verða tey 15 málini lýst í stuttum niðanfyri.
1-0: Magni á Lakjuni
Tað eydnast Jákup á Borg at snara ein verjuleikara av sær. Eftir at hava drigið fram við næsta bóltin, stingur hann inn um til Magna, sum skorar flatt við nærmastu stong
2-0: Kenneth Jacobsen
Eftir innkast sleppur John leysur á baklinjuni. Hann spælir út frá til Magna, sum finnur ein púra leysan Kenneth, sum ikki hevur stórvegis trupulleikar av at skora.
3-0: Klæmint Matras
B36 hevur aftur leikt seg inn undir vágamálið, men í fyrstu atløgu verður skotroyndir blokkað. Bólturin støkkur út til Klæmint, sum smekkar til, so bólturin aftur spílar meskarnar.
4-0: John Petersen
Hornaspark verður sent inn fyri úr høgru síðu, og eftir eitt sindur aftur og fram kemur bólturin til John Petersen. Við einum dómadagsskotið hamrar hann bóltin í málið.
5-0: Magni á Lakjuni
Vágamenn missa bóltin heldur óneyðugt á miðvøllinum. Ronnie Samuelsen fær fatur á og stingur inn um verjuna, har Magni sera hegnisliga kippir bóltin upp um málverjan.
6-0: Heðin á Lakjuni
Kenneth Jacobsen verður sendir avstað í høgru. Í fyrstu atløgu bjargar Arturas frágera væl, tá John Petersen stútar, men bólturin endar umvegis tvørstongina hjá Heðini, sum hevur lætt við at skora.
7-0: Magni á Lakjuni:
Fjórða málið innan fimm minuttir kemur eftir at Heðin gerst leysur á brotsteigarmarkinum. Hann sendir hart og flatt móti handaru stong, har systkinabarnið við innarsíðuni beinir bóltin í málið.
8-0: Heðin á Lakjuni
Ronnie Samulsen sendir John Petersen avstað eftir miðásini. Eftir at hava rundað ein verjuleikara, lobbar John upp um málverjan, og tá bólturin so støkkur av stongini, hevur Heðin opið mál.
9-0: Heðin á Lakjuni
John Petersen leggur tvørtur um til Heðin, sum beint uttan fyri brotsteigin temur, áðrenn hann smekkar hart og flatt móti málinum.
10-0: John Petersen:
Kenneth Jacobsen verður sendir av stað í høgru síðu. Tá innleggið kemur er John hægstur, og sera hegnisliga stýrir hann bóltinum upp í nærmasta horn, uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum.
11-0: Jákup á Borg
Jákup verður sjálvur feldur, tá hann væl og virðiliga fiskar eftir einum brotssparki. Hóast áskoðararnir royna at rópa Trónd Vatnhamar fram, tekur Jákup sær sjálvur av brotssparkinum, sum verður sett trygt í netið.
12-0: Kenneth Jacobsen
Magni á Lakjuni sendir Heðin avstað í vinstru síðu. Vágamenn fáa beint innleggið nakað úr, men ikki longur enn til Kenneth, sum leggur bóltin flatt við handara stólpa.
13-0: Heðin á Lakjuni
Av brotsteigarmarkinum sendir John Petersen eitt inlegg móti handara stólpa. Jákup á Borg skallar inn aftur móti málinum, har Heðin fær beint bóltin í málið, hóast ein vágamaður roynir at bjarga á strikuni.
14-0: Heðin á Lakjuni
Hesu ferð er eydnan við fimm málsskjúttanum. Staddur heilt úti við síðulinjuna sendir hann ein bólt innfyri, og bólturin siglir beina leið yvir í handara málhorn.
15-0: Magni á Lakjuni
Seinasta málið í dystinum var kanska eisini hitt vakrasta. Úr knøppum 30 metrum roynir Magni seg við vinstra beininum, og uttan møguleika hjá málverjanum fer skotið beina kós upp í trýkantin.
B36-FS Vágar 15-0 (8-0)
1-0: Magni á Lakjuni 3.
2-0: Kenneth Jacobsen 6.
3-0: Klæmint Matras 16.
4-0: John Petersen 26.
5-0: Magni á Lakjuni 27.
6-0: Heðin á Lakjuni 29.
7-0: Magni á Lakjuni 30.
8-0: Heðin á Lakjuni 38.
9-0: Heðin á Lakjuni 50.
10-0: John Petersen 60.
11-0: Jákup á Borg 66. (br.)
12-0: Kenneth Jacobsen 70.
13-0: Heðin á Lakjuni 85.
14-0: Heðin á Lakjuni 86.
15-0: Magni á Lakjuni 88.
Dómari: Eiler Rasmussen (Skála)
B36: Tróndur Vatnhamar ? Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Klæmint ? Kenneth Jacobsen, Ronnie Samuelsen, Jákup á Borg, Jan Guttesen, Heðin á Lakjuni ? John Petersen, Magni á Lakjuni
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Tróndur Ravnsfjall, Ruslan Screlea, Høgni-Ole Jacobsen, Poul Kjartan Thomsen ? Tór-Ingar Akselsen, Birgir Joensen, Rúni Kruse, Ingi S. Joensen ? Sonny Johansen, Robert Bernhardson