B36 skal í dag klokkan 16.30 spæla móti estiska Paide Linnameeskond í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Fyrri dysturin, sum var á Ovara vølli í Gundadali, endaði við málleysum javnleiki.
Dysturin verður spældir í høvðusstaðnum Tallinn. Tað er gott lag í leguni hjá B36, men tveir snuddir í verjuni arga.
- Sonni Ragnar Nattestad og Andrias Eriksen hava smærri snuddir at dragast við. Tað er óvist hvussu nógv teir klára at spæla, sigur Dan Brimsvík, venjari hjá B36, ið væntast at byrja við Sonna Ragnar Nattestad.
Í heimadystinum vóru bara nakrir fáir minuttir til Michal Przybylski, sum annars hevur verið ein málfarligur spælari fyri B36.
- Hann hevði ikki vant í vikunum upp til fyrra dystin og tí kundu vit ikki geva honum fleiri minuttir tá. Í dag eigur hann nokk nærri einum hálvum tíma, sigur Dan Brimsvík.
##med2##
Paide Linnameeskond vísti ikki nakra ræðandi styrki á Ovara vølli. Gongdin í heimligu kappingini sær heldur einki serlig út, tí er vón fyri einum góðum úrslitið hjá B36 í kvøld, men nú er dysturin í Estlandi.
B36 hevur fyrr vunnið seg víðari í Evropa. So seint sum í fjør vann liðið seg víðari móti Borac Banja úr Bosnia og Tre Fiori úr San Marino, áðrenn danska Viborg FF bleiv endastatiónin. Dysturin millum Paide Linnameeskond og B36 byrjar klokkan 16.30.