B36 fekk mikukvøldið tað, sum vit fyri nøkrum árum síðani høvdu kallað eitt heiðurligt úrslit, tá teir spældu móti Beitar Jerusalem.
Nú hevur føroyskur fótbóltur luttikið í altjóða kapping í nogv ár, og tað er sjáldan at spælarar og venjarar eru nøgdir, tá teir hava tapt, sjálvt um tað bæði kann verða gott og heiðurligt avrik fyri tað.
B36 hevði mikudagin sera truplan dyst fyri í Jerusalem, og hóast teir í Beitar Jerusalem væntað sær stórsigur, fingu teir ongan lættan dyst, og B36 beit frá sær, serliga í seinna hálvleiki.
Úrslitið var 4-1, og serliga skuffandi var tað hjá B36, at ísraelsmenn skuldu fáa tað seinasta málið. Tað er munur á at skula vinna tvey og trý mál innaftur á Svangaskarði.
Salloi hattrick
B36 fekk sum frammaná, tá Beitar skoraði longu í øðrum minutti. Nýggi spælarin hjá Beitar Ofer Shitret fekk dreymabyrjan, tá hann skoraði eftir veikt verjuspæl. Ein langur bóltur var sendur har afturi frá og Shitret rann seg leysan og skoraði.
B36 verjuspælið var ikki tað besta hendan dagin, og tá ísraelsmenn skoraðu, var tað ofta eftir tilvild og mistøk.
Ungarski stórspælarin Stefan Salloi skoraði hattrick móti B36. Júst hesin spælarin hevur verið toppskjútti hjá Beitar seinastu árini, og hann vísti stórform i fyrsta dystinum í nýggja kappingarárinum.
Fyrsta málið hjá honum kom longu tá 9 minuttir vóru spældir, men eftir hesi málini fekk B36 skil á, og helt Beitar burtur frá fatinum til beint fyri hálvleik, tá Salloi skoraði, eftir at Egin Høgnesen fyrst djarvt hevði bjarga eini roynd frá Istvan Hamar.
Í seinna hálvleik fór B36 longur fram á vøllin, og tað var serliga spælandi venjarin hjá B36, Tomislav Sivic, sum royndi seg móti málinum. Hann hevði tríggjar naskar royndir, men inn vildi bólturin bara ikki.
Souness til dystin
Eitt gott korter fyri leiklok fekk B36 umsíðir okkurt burtur úr. Dómarin bríkslaði fyri brotssparkið, og tað tók John Petersen sær av.
Beitar Jerusalem legði eftir B36-málið meira fyri aftur, og teir kláraðu eisini at gera eitt mál aftur at, tá Salloi skoraði. 4-1 gjørdist úrslitið, og nú skal B36 vinna 3-0 á Svangaskarði, skulu teir víðari í kappingini.
Ísraelsmenn høvdu ikki væntað nógvar áskoðarar til dystin, og tí kom tað óvart á, at 11.000 fólk møttu á Teddy leikvøllinum.
Millum áskoðararnar var eisini Benfica-venjarin Graeme Souness. Skotin, sum var tiltikin fyri sítt harða fótbóltsspæl í 80?unum, stendur á odda fyri portugisiska liðnum, sum í 2. innleiðandi umfari av Champions League skal møta vinnaranum av dystinum millum Beitar Jerusalem og B36.
Hann sá ikki nakað ræðandi sterkt mótstøðulið á vøllinum mikukvøldið, og hann er uttan iva farin heim í vissuni um, at hann skal føra Benfica inn í »lovaði landið«, Champions League.
Longu avstað
Seinni dysturin milum B36 og Beitar verður á Svangaskarði mánakvøldið. Hann er fluttur frá ólavsøkudegi og tveir dagar fram.
B36 vildi sjálvandi sleppa undan at spæla á Svangaskarði ólavsøkudag, og tað eydnaðist teimum at samráða seg uppá pláss.
Flytingin hevur tó før við sær, at Beitar Jerusalem longu í gjár fór avstað úr Ísrael. Tað er trupult at fáa ferðaseðlar norður í Europa og til Føroya hesa ársins tíð, og tí settu teir í gjár kós móti Danmark, har teir verða í tveir dagar, áðrenn teir koma hendan vegin.
Og meðan teir brúka tíðina í Danmark og i Føroyum, fer Benfica at fyreika seg til 2. innleiðandi umfar við dystum móti Newcastle, Mønchengladbach og Lazio.
Og um tað so verða ísraelsmenn ella B36?arnir, sum koma víðari, bíðar ein veldug avbjóðing.
Vit royndu í gjár at fáa fatur á onkrum B36-spælarum, men tað eydnaðist ikki.