B36 - HB 3-3 (2-2)
Onkur má steðga HB um tað skal verða nakar spenningur í landskappingini í ár. Tað gjørdi B36 2. hvítusunnudag, men KÍ tók ikki av møguleikanum í Trongisvági. B36 var bara minuttir frá at vinna dystin, sum annars var javnur í allar mátar. HB mundi hava fleiri vandamiklar møguleikar, meðan B36 mundi hava bóltin eitt vet meiri.
Beint fyri hálvleik fingu liðini hvør sín spælara útvístan. Meðan HB eina løtu lenaði seg upp ímóti einum reyðum korti, so var heldur ivasamt um B36 átti sítt seinna gula kort.
Fróði setur B36 upp á pláss
Tað gjørdist tíðliga greitt, at hendan grannauppgerðin fór at verða hendingarík og ferðmikil. B36 hevði fyrstu royndina, meðan Martin Pedersen var knappur at koma í millum, tá HB fór í mótálop. Fyrst fekk Martin Pedersen gult kort fyri at bresta saman við Kristini R. Mouritsen, áðrenn sami Kristin R. Mouritsen átti skot á stongina. Stutt seinni fekk Jóhan Troest Davidsen gult kort fyri at taka ein bólt við inn á vøllin, tá B36 royndi at seta spælið í gongd skjótt.
Christian R. Mouritsen var ein støðug hóttan móti B36 verjuni, meðan Fróði Benjaminsen virkaði tendraður í álopspartinum. Tá dysturin var eitt korter gamal kom fyrsta málið. Róaldur Jakobsen misti bóltin í uppspælinum og so gekk skjótt. Bólturin endaði hjá Christiani, sum lyfti bóltin inn um verjuna hjá B36 til ein púra leysan Fróða Benjaminsen, ið skoraði trygt til 1-0.
Stutt seinni fór Jóhan Troest Davidsen í eina takling. Dómarin bríkslaði ikki fyri frísparki, men helst var miðverjin hjá HB heppin, at Petur Reinert ikki bríkslaði fyri frísparki, tí hann sá út til at raka mannin eins nógv og bóltin.
Løtu seinni fekk HB eitt einfalt mál. Jógvan Rói Davidsen sendi eina langa sending fram til Fróða Benjaminsen, sum enn eina ferð rann inn um verjuna. Hesa ferð sá Tórður Thomsen og verjan hjá B36 ikki gott út og skuldi helst í felag havt vart fyri. Líka legði Fróði í og prikaði bóltin í málið.
2-0 og HB sat tungt á dystinum. Tað er áleið nú, at tey flestu liðini høvdu mist mótið – men ikki B36.
B36 svarar aftur
Í staðin fyri at sígga veruleikan í eyguni, so fór B36 at spæla fótbólt. Góðan álopskendan fótbólt. Serliga á miðvøllinum og í vinstra borið riggaði væl. Gilli Sørensen bjóðaði av fleiri ferðir og var als ikki bangin fyri at skjóta. Okkurt skoti fór langt við síðuna av, meðan tað besta brast í stongina úr spískum.
Á miðvøllinum vóru Róaldur Jakobsen og Súni Olsen omaná eina løtu. Súni Olsen kom fleiri ferðir í skotstøðu og hevði okkurt fríspark.
Á miðvøllinum gjørdi Heini Vatnsdal fríspark og fekk gult kort. Løtu seinni gjørdi hann aftur fríspark til nakað, ið minnir um gult kort, men Petur Reinert valdi ikki at vísa sterka miðvallaranum av vøllinum. Hetta kunnu B36 viðhaldsfólk av røttum iðra seg um.
Tveir minuttir fyri tíð fekk B36 løn fyri stríðið. Róaldur Jakobsen kom í góða skotstøðu og meddaði til. Hóast skotið ikki sat heilt úti við stongina, so fór bólturin allan vegin í málið.
Síðani fingu Jóhan Troest Davidsen og Martin Pedersen sítt seinna gula kort. Í minuttinum eftir fær B36 fríspark í høgru, sum Súni Olsen sendi innfyri. Har stóð ein púra leysur Adeshina Lawal og stútaði bóltin í málið.
– Jóhan T. Davidsen dekkaði Lawal í deyðbóltstøðum og tí stóð hann púra leysur, sigur Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB við Rás2.
Frísparkið hjá Súna Olsen var gott, men helst skuldi Hans Jørgensen verið komin út til innleggið, tí Lawal er tætt undir málinum, tá hann skallar.
Tvær útvísingar í einum
Dysturin fekk eina brádliga vend, tá bæði Jóhan Troest Davidsen hjá HB og Martin Pedersen hjá B36 fingu sítt seinna gula kort og harvið útvísing, ein minutt fyri hálvleik. Jóhan Troest Davidsen fór í takling og metti helst, at hann rakti bóltin fyrst.
Eina løtu sá út til, at Petur Reinert fór at lata hann sleppa, men brádliga hálaði hann gula kortið upp úr lummanum og gav Martin Pedersen sítt seinna gula. Sum skilst var hetta fyri at spyrja dómaran um hann ikki skuldi geva HB spælaranum sítt seinna gula kort. Í somu løtu hann gav Martini seinna gula kortið rópti hann aftur á Jóhan Troest Davidsen og gav honum somuleiðis seinna gula kortið.
Tað er ilt at meta um akkurát hvat og hvussu, men samanlagt munnu B36 ararnir iðra seg mest um reyðu kortini, tí bæði Jóhan Troest Davidsen og serliga Heini Vatnsdal vóru á markinum til at fáa sítt seinna gula fyri fríspørk, meðan Martin Pedersen hóast alt »bara« kom við eini viðmerking, sambært keldum hjá Sosialinum. Hendan viðmerkingin hevði heldur ikki komið, um dómarin var greiður frá byrjan og gav Jóhan Troest Davidsen gula kortið áðrenn menn fóru at munnhøggast á vøllinum.
10 móti 10
Í seinna hálvleiki hendi ikki eins nógv. Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, flutti Súna Olsen í miðverjuna, meðan Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB, flutti Heina Vatnsdal í miðverjuna. Útvísingarnar settu sín dám á dystin, sum ikki hevði sama framrættaða spælið yvir sær sum í fyrra hálvleiki.
Størstu møguleikarnar mundi HB hava. Fyrst var tað Símun Samuelsen, ið gjørdist púra leysur eftir fríspæling frá Christiani R. Mouritsen, men Tórður Thomsen stórbjargaði. Løtu seinni sendi sami Christian R. Mouritsen framherjan, Andrew av Fløtum avstað við at lyfta bóltin inn um verjuna hjá B36, men skotið hjá Andrew fór omanfyri.
Sjey minuttir fyri tíð kom B36 á odda. Gunnar Haraldsen avleveraði bóltin beint fyri føturnar á Súna Olsen, sum takkaði fyri og legði B36 á 3-2. Fagnaðurin var at fáa eyga á. Alt B36-húsið var á gosið, meðan spælararnir hoppaðu í ein trunkað frammanfyri fyri húsinum.
Tveir minuttir fyri tíð megnaði HB so at javna til 3-3, tá Christian R. Mouritsen slapp til skot inni í brotsteiginum. Meðan bólturin brast í netið komu boð av Tvøroyri, at KÍ bara fekk eitt stig. Úr Runavík frættist, at Víkingur aftur hevði mist á útivølli. Sostatt er ongin skaði hendur í landskappingini viðvíkjandi frástøðuni niður til nummar tvey.
Fyri B36 kom tað illa við at missa tvey stig so seint í dystinum, men avrikið var gott og boðar frá góðum um skaðar ikki petta liðið sundur.
Fýra teir bestu
Tað vóru fýra spælarar, sum allir kundi fingið heitið dagsins spælari. Tveir hjá HB, Fróði Benjaminsen og Christian R. Mouritsen, og tveir hjá B36, Súni Olsen og Gilli Sørensen. Teir fýra spældu allir til eitt 5-tal.
Umframt teir, so vóru eisini fleiri onnur góð avrik á vøllinum og talan var um eina góða grannauppgerð. Hetta er onnur grannauppgerðin á rað, at áskoðararnir hava fingið nógv fyri pengarnar.
Nógv fólk var í Gundadali og onkur helt fyri, at tað mundi verða tí at Premier League kappingin í Onglandi er komin at enda. Tað skal verða ósagt um so er, men bæði liðini kunnu liva við javnleikinum.
B36, tí avrikið var so gott, og HB tí einki er broytt á stigatalvuni og liðið er framvegis ósigrað hetta kappingarárið, umframt at avrikið somuleiðis var gott.