B36-TB 1-0: Sigursmálið og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Tórmóð P. Djurhuus hjá TB og Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36 seta orð á tepra sigurin hjá B36

##med2##

Tað var alt annað enn vakurt, men tað var nóg mikið hjá B36 at tryggja sær trý stig móti TB, tá Benjamin Heinesen í 17. minutti skoraði einasta málið í dystinum. Benjamin Heinesen skoraði málið í fyrra hálvleiki, eftir at Árni Frederiksberg eitt sindur úr høgru og eitt sindur frammanfyri miðstrikuna og við frísparki sendi bóltin í brotsteigin, har Brian Jakobsen snittaði bóltin til handara stólpan, har Benjamin Heinesen var púra leysur.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum og dystarendanum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum ein slakan dyst, har B36 var frægari leikliga, men TB stríddist væl og kundi farið suðuraftur til Tvøroyrar við einum stigi.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við leigusveinin hjá TB, Tórmóð P. Djurhuus sum er leigaður úr HB. Tórmóður kennir á sær, at teir í TB veruliga mátti renna og stríðast, og tað gjørdi teir eisini í fult mát. Tað manglaði bara at fáa eitt mál, men hugburðin kunnu TB-spælararnir verða nøgdir við.

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg sum kann fegnast um trý stig, men Jákup á Borg er ikki heilt nøgdur við leikliga avrikið, serliga ikki avrikið í fyrra hálvleiki. Men B36 er við aftur í oddastríðnum, og tað er tað sum telir.

 

862021520
B36960312918
NSÍ851214916
Víkingur8512171316
Skála850313615
HB9432151015
TB82247168
EB/S82069136
ÍF81168194
AB81079223

Sunnudagin 12. mai

NSÍ – AB: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

 Mánadagin 13. mai

Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00

Skála – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00 (FM1 Sigur frá dystinum)

(Hoyr frásøgn av sigursmálinum hjá B36 og samrøður)