Fótbóltur
Árstalsfelagið úr Havn hevur nú sett fulla ferð á allar motorarnar, og málið er Føroyameistaraheitið. Hesum fekst sjón fyri søgn, tá EB/Streymur var í Gundadali og vitjaði leygardagin. Heimaliðið vann sannførandi 5-1, men ta einu løtuna í seinna hálvleiki bitu uppflytararnir tó frá sær.
B36 brúkti høvdið
Frá byrjan av royndi B36 at leggja trýst á málið hjá Gunnari á Steig og hevði fleiri naskar atsóknir í fyrra hálvleiki.
Tvey tey fyrstu málini komu eftir hornaspørk, sum Jákup á Borg sendi innfyri. Fyrsta málinum stóð John Petersen fyri eftir seytjan minuttir, tá hann fekk høvdið á eitt hornaspark úr høgru frá Jákupi á Borg. John setti hegnisliga høvdið á bóltin, sum smeyg sær innum handaru stong.
Seinna málið høvdaði Jens Kristian Hansen, ið nú hevur skotið mál í trimum dystum á rað. Jens Kristian, sum nú aftur er við á landsliðnum eftir skaða, var hægstur inni í málteiginum, og hann skuldi bara seta høvdið á bóltin.
2-0 til heimaliðið, og tey flestu høvdu ta kenslu, at dysturin nærum var avgjørdur. Tá hálvur tími varð leiktur, økti Heðin á Lakjuni til 3-0. EB/Streymur missir bóltin á miðjum vølli, og B36 fer í skjótálop. Klæmint Matras søkir út í høgra borð, og hann leggur innfyri til ein púra leysan Heðin, sum lættliga kann økja til 3-0.
EB/Streymur hevði tríggjar verjuleikarar frammanfyri aftasta mannin, ið var Ólavur Poulsen, og teir skuldu bremsa teimum trimum áleyparunum Heðini og Magna á Lakjuni og John Petersen. Verjan megnaði ongantíð veruliga at fáa tak á teimum trimum, og tað er eisini ein torfør uppgáva. Megnaravrikið móti GÍ í seinastu viku varð ikki endurtikið á hesum sinni.
Hóast útiliðið hevði tað óguliga torført í Gundadali, so høvdu teir tann fyrsta góða málmøguleikan í dystinum. Vandamikli framherjin Sorin Anghel vísti seg enn einaferð at vera størsta hóttanin móti málinum.
Hann breyt ígjøgnum í høgru síðu og við at sneiða tveir hegnisliga av, var hann brádliga í skotstøðu. Tróndur Vatnhamar í málinum las tó skotið hjá rumenanum av og bjargaði við nærmaru stong. Hin málmøguleikin stóðst, eftir at Tróndur Vatnhamar hevði hildið bóltinum ov leingi, og tað gav eitt óbeinleiðis fríspark til EB/Streym. Bólturin var trillaður til Ronnie Samuelsen, men múrurin vardi fyri.
EB/Streymur legði hart út
Eftir steðgin vóru leiklutirnir umbýttir. EB/Streymur legði varsemi á hillina, og herjaði á B36-málið. Teir høvdu einki at missa, meðan B36 kanska hevði tikið fótin av spitaranum og var í tómgongd.
Einki vildi bera til hjá heimaliðnum ta fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, meðan EB/Streymur leyp á. Eftir einar fimm minuttir minkar Sorin Anghel um munin eftir ein álvarsaman ?Jesper? frá B36-verjuni.
Bjarni Prior, sum avloysti Egil Zachariassen, skuldi spæla tvørturum, men varnaðist ikki Sorin Anghel, sum var skjótur á tí heldur veiku sendingini. Hann langaði til fyrstu ferð, og bóltur sat. Tróndur stóð sum nelgdur.
EB/Streymur fekk nú blóð á tonna, og royndi at leggja trýst á B36-málið, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið. Tað nærmasta var eitt fríspark frá rumenanum, sum fór omamfyri.
Hetta fekk venjaran hjá B36 at fremja nakrar broytingar. Jens Kristian Hansen var fluttur av vinstra vongverja aftur í verjuna fyri at fáa tamarhald á støðuni. Bjarni Prior varð avloystur av Nielsi Joensen, sum fór á høgra vongbakk, Jákup á Borg fór niðan álopið, og Heðin á Lakjuni fór á vinstra vongbakk, har Jens Kristian hevði verið, so at puslispælið skuldi ganga upp.
B36 svaraði aftur tá einir tjúgu minuttir restaðu. Magni á Lakjuni varð spældur púra leysur, og hann sendi framvið tí framstormandi Gunnari á Steig til 4-1, og so tók B36 yvir aftur. Tað, sum eftir var av dystinum, hevði B36 fleiri naskar royndir og kundi fingið fleiri mál.
Seinasta málið skeyt hann, sum setti hol á, John Petersen. Innskifti Heini í Skorini longdi eina sending frá Jens Kristiani við høvdinum fram til Jákup á Borg, sum sendi innfyri. Pacek misti bóltin til John, sum smekkaði til úr spískum vinkli til endaliga úrslitið 5-1.
At John Petersen hevur funnið stórspælið framaftur verður óivað avgerandi fyri, um B36 kann vinna meistaraheitið aftur.
Dysturin í tølum:
B36 ? EB/Streymur 5-1 (3-0)
1-0: John Petersen
2-0: Jens Kristian Hansen
3-0: Heðin á Lakjuni
3-1: Sorin Anghel
4-1: Magni á Lakjuni
5-1: John Petersen
Dómari: Eiler Rasmussen (Skáli)
B36: Tróndur Vatnhamar ? Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Bjarni Prior (Niels Joensen) ? Jan Guttesen, Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg ? Magni á Lakjuni (Heini í Skorini), Heðin á Lakjuni, John Petersen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Ólavur Poulsen (Hallur Jacobsen), Andrzej Pacek, Knút Vesturtún, Esmar Eiðisgarð ? Andreas J. Dahl (Vinjard Dam), Alfred Jacobsen, Ronnie Samuelsen, Eyðfinnur Joensen ? Sorin Anghel, Jón Sigurð Gleðisheygg