B36 vann 2. deild

Seinasta umfarið í 2. deild hjá monnum var eisini á skránni í dag.

 

Oddaliðið B36 staðfesti oddasessin við einum knúsandi 10-0 sigri á Royn, sum má tungu leiðina niður í 3. deild komandi kappingarár. Longu í steðginum var støðan 6-0 til B36

 

Kravið til Giza/Hoyvík at yvirhála TB á øðrum plássi, var at Giza/Hoyvík vann við 18 málum ímóti ÍF á niðari vølli í Gundadali. Talan gjørdist um ein 8-2 sigur til Giza/Hoyvík. Støðan í hálvleikinum var 3-0 til Giza/Hoyvík

 

Undrið vann 4-2 á FC Suðuroy, og AB vann 8-0 á Skála. 07 Vestur hevur tikið sítt lið úr kappingini. Tí sat TB yvir í dag, men 2. plássið var veruliga ongantíð í vanda hjá tvørámonnum í dag.

 

Tó verður ongin uppflyting hjá TB, um TB ikki verður omanfyri niðurflytingarstrikuna í effodeildini. Spælararnir hjá Giza/Hoyvík seta sína vón til, at B68 kann yvirliva í effodeildini, so Giza/Hoyvík kann flyta upp í næstbestu deildina.

 

Niðast á síðuni ber til at hoyra eina samrøðu við Dan Brimsvík, venjara hjá 2. deildarliðnum hjá B36. Dan Brimsvík er eisini venjari hjá U 18 liðnum hjá B36, sum hevur vunnið silvur í landskappingini og gull í steypakappingini. (mynd: www.b36.fo)

 

Endaliga støðan í 2. deild aftaná 18 umfør

 

1. B36 43 stig

2. TB 40 stig (+ 43 mál)

------------------------------------

3. Giza/Hoyvík 40 stig (+ 31 stig)

4. Undrið 37 stig

5. FC Suðuroy 23 stig

6. AB 22 stig

7. ÍF 18 stig

8. Skála 18 stig

--------------------------------

9. Royn 17 stig

10. 07 Vestur 0 stig (hava tikið liðið úr kappingini)