Í góðveðrinum í Runavík seinnapartin spældu NSÍ og B36 í VFF kappingini.
B36 vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Í fyrsta minutti vann Bjarki C. Nielsen brotsspark, ið miðvallarin Magnus Holm Jacobsen, sum í gjár skrivaði undir nýggjan sáttmála við B36, umsetti til 1-0.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Bjarki C. Nielsen um munin til 2-0, tá ið hann í eyðkenda stílinum sneiddi inn úr vinstru og setti bóltin í handara síðunetið.
Talan var um javna uppgerð, og síðstu løtuna trýsti NSÍ fyri at minka um munin, men tað eydnaðist ikki at skora.
Teir fyrstsu ellivu hjá B36 vóru hesir:
B36: Hans Jørgensen – Andreas Thomsen, Eli Falkvard Nielsen, Markus Hellisdal, Magnus Egilsson – Magnu Holm Jacobsen, Jógvan Glerfoss – Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen, Rani í Soylu – Carl Mikkelsen.
Í seinna hálvleiki loystu Mattias Hellisdal og Rói Fossábrúgv Eli Falkvard Nielsen og Magnus Holm Jacoben av.