B36 ævintýrið í altjóða fótbólti er av á hesum sinni.
Í kvøld vann B36 2-1 á heimavølli ímóti Valletta.
Trupulleikin var, at gestirnir av Malta skoraðu í Gundadali. Teir vunnu 1-0 á heimavølli. Samantalda úrslitið er 2-2, men tá ið Valletta skoraði á útivølli, og B36 ikki skoraði á útivølli, so er tað maltesiska liðið, sum heldur fram í kappingini.
Umframt ítróttarliga vónbrotið, so ber samantalda úrslitið við sær,at tað er Valletta og ikki B36, sum vinnur 2,2 milliónir krónur.
B36 spælararnir og sum heild í B36 leguni er vónbrotið stórt, tí talan var um mótstøðulið, sum B36 eigur at hava møguleika ímóti, og í løtum gekk tað væl hjá B36.
Fyri føroyskan fótbólt vísti tað seg at vera sera kostnaðarmikið og avgerandi, at tað ikki eydnaðist B36 at skora mál á útivølli, og at tað eydnaðist Valletta at skora á útivølli.
Tað var sum eftir bókini, tá ið B36 í tíggjunda minutti fekk hol á. Málskjútti var Hanus Thorleifsson, sum eftir flatt innlegg úr vinstru frá Odmar Færø stýrdi bóltin framvið málverjanum og í netið.
So var dagsskráin sett, og alt var aftur púra opið, tá ið bæði liðini høvdu skorað eitt mál á heimavølli.
B36 spælararnir funnu væl hvønn annan í framrættaða partinum. Trupulleikin var, at tað meiri enn so kom fyri, at mótstøðumenninir komu ímillum B36 uppspælið, og at tað eydnaðist væl hjá teimum í skjótum umstillingum.
Í 24. minutti javnaði Valletta. Federico Falcone, sum skoraði einsamalla málið á Malta, var leysur mitt fyri, tá ið hann við høvdinum og eftir innlegg úr høgru stýrdi bóltin úti við handara stólpan og í málið.
1-1 bar við sær, at B36 skuldi skora tvey mál aftrat. Fram ímóti steðginum riggaði tað væl hjá B36, men fyrsta korterið eftir steðgin gekk tað ikki so væl. So glapp og serliga eftir at unglingaspælarin Hannes Agnarsson var komin á vøllin, vóru tað vandamiklar støður í brotsteiginum hjá gestunum.
Eftir langt innkast og eitt sindur av aftur og fram var tað Hannes Agnarsson sum úr stuttari fjarstøðu potaði bóltin inn um strikuna. Hetta var miðskeiðis í seinna hálvleiki, og so var tað aftur heilt spennandi.
Sum tíðin leið spenti B36 álopsbogan alt meiri, men tað eydnaðist ikki at skora triðja málið. Mótstøðumenninir góvu sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltar, og tað var merkisvert, hvussu nógv estlendski dómarin gav teimum loyvi til.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at dagsskráin hjá B36 tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, er at vinna seg aftur í europeiska kapping næsta summar.
Fyrsti landskappingardysturin hjá B36 eftir summarsteðgin verður sunnudagin 24. juli á útivølli móti TB.
B36-Valletta FC 2-1 (1-1)
1-0: Hanus Thorleifsson 10.
1-1: Federico Falcone 24.
2-1: Hannes Agnarsson 65.
Samantalt 2-2. Valletta heldur fram í kappingini, tí liðið skoraði á útivølli.
Dómarabólkur úr Estlandi: Roomer Tarajev, Hannes Reinvald, Neeme Neemlaid og Kristo Külljastinen
B36: Trygvi Askham - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Høgni Eysturoy - Róaldur Jakobsen, Odmar Færø - Hanus Thorleifsson (Sebastian Pingel, 81.), Lukasz Cieslewicz, Alex Mellemgaard (Pætur Petersen, 89.) - Jákup á Borg (Hannes Agnarsson, 62.)
Gult kort: Jónas Tór Næs, Odmar Færø
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, Gestur Bogason Dam, Bjarni Petersen, Jógvan Skeel Nolsøe
Venjari: Eyðun Klakstein
Valletta FC: Henry Bonello – Romeu, Juan Cruz Gill, Jonathan Caruana, Ian Azzopardi – Roderick Briffa, Malano Santiago (Llywelyn Cremona, 79.), Claudio Pani – Jhonnattann (Michael Mifsud, 88.), Leandro Aguirre (Jean Borg, 93.) – Federico Falcone
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Emmanuel Bartolo, Luke Montebello, Jurgen Suda, Nicholas Pulis
Gult kort: Henry Bonello, Claudio Pani
Venjari: Paul Zammit
---
LIÐUGT
2-1
Valletta heldur fram í Europa!
Nú eru B36 arnir troyttir, og tað er merkisvert, at teir ikki leggja meiri bóltin í brotsteigin.
90) 2-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
89) 2-1
Alex Mellemgaard fer av vøllinum, og Pætur Petersen verður settur inn í álopið.
87) 2-1
Dómarin spælir við í døllarínum hjá Valletta!
84) 2-1
Valletta spælararnir dølla sær heilt nógv í sambandi við deyðbóltar, og tað fáa teir loyvi til.
82) 2-1
Eftir sending frá Hannes Agnarsson roynir Sebastian Pingel seg úr seytjan metrum, men málverjin bjargar.
81) 2-1
Málskjúttin Hanus Thorleifsson fer at vøllinum, og í hansara stað verður settur Sebastian Pingel.
79) 2-1
Sebastian Pinger ger seg kláran at koma á vøllin.
78) 2-1
Valletta skiftir úr. Argentinski spælarin fer út.
76) 2-1
So var tætt við, at alt varð avgjørt. Eftir at hava sneitt framvið Alex Mellemgaard smekkar Jhonnattan til úr høgru, og bólturin brestur í handara stólpan!
76) 2-1
B36 leggur trýst á dómaran fyri at fáa hann at bríksla fyri brotssparki eftir horna, men hann tigur.
75) 2-1
GULT KORT. Odmar Færø sær gult fyri ógvusligt fríspark. Tað er heitt blóð, og dómarin kennist ikki at vera so sannførandi í løtuni.
72) 2-1
B36 hevur alt spælið, og Hannes Agnarsson fer frá mótstøðumonnunum næstan sum hann vil. B36 tiltuskar sær fleiri hornaspørk.
69) 2-1
GULT KORT. Pani sær gult fyri fríspark ímóti Hannes Agnarsson, sum teir ræðast ógvuliga illa.
66) 2-1
GULT KORT. Hannes Agnarsson. Heilt undarligt er tað, at B36 málskjúttin sær gult fyri at skunda sær, men verður darvaður av málverjanum, sum forðar fyri, at spælið verður sett í gongd aftur.
Málverjin hjá Valletta sær eisini gult.
65) 2-1
2-1: Hannes Agnarsson
Eftir langt innkast úr høgru frá Jónasi Tór Næs og eitt sindur av aftur og fram, er tað Hannes Agnarsson, sum prikar bóltin í málið.
63) 1-1
So er um reppið, at Valletta skorar eftir horna úr høgru, men Trygvi Askham bjargar. Tað er sera vandamikið fyri B36!
62) 1-1
Veteranurin Jákup á Borg fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Hannes Agnarsson.
60) 1-1
Tað liggur í luftini, at B36 nú fer at skifta út. Onkrir av spælarunum kennast at vera troyttir.
57) 1-1
Tað gongur illa hjá B36 at finna røttu støðurnar í álopsspælinum. Valletta hevur tak á støðuni í løtuni.
55) 1-1
GULT KORT. Jónas Tór Næs sær gult fyri fríspark.
51) 1-1
Nú er Alex Mellemgaard vongverji í vinstru, Høgni Eysturoy er framrættaður í høgru, og Hanus Thorleifsson er nú framrættaður í vinstru.
48) 1-1
Valletta tiltuskar sær horna í høgru, støðan er vandamikil, men einki spyrst burturúr.
47) 1-1
Tað er órógvandi, at Valletta sleppur at leggja innfyri, hóast einki spyrst burtur úr í hesum førinum.
46) 1-1
Teir somu 22 eru á vøllinum, sum vóru tað allan fyrra hálvleik.
B36 bonkurin er so væl mannaður í dag sum ongantíð fyrr í ár. Millum framrættaðu menninar eru Sebastian Pingel og Jógvan Skeel Nolsøe og so Hannes Agnarsson. Tað er eingin ivi um, at Hannes fer at verða settur inn á øðrum kantinum. Spurningurin er bara, nær tað verður.
HÁLVLEIKUR
1-1
B36 samanspælið hevur verið sera gott og hugflogsríkt, og tá B36 legði seg framum sá alt gott út.
Stóri trupulleikin er, at mótstøðumiðskeiðis í hálvleikinum javnaði, eftir at Hanus Thorleifsson tíðliga í fyrra hálvleiki hevði lagt B36 framum.
Harvið er takið hjá Eyðuni Klakstein nú at fáa sínar menn at trúgva uppá, at tað fer at bera til at skora tvey mál seinnu trý korterini samstundis, sum tað verður ansað eftir, at Valletta einki mál skorar.
45) 1-1
44) 1-1
B36 samanspælið er sera gott, men nú er ein løta síðani, at talan var um upplagdan málmøguleika.
41) 1-1
Nú er B36 væl meiri á bóltinum, meðan mótstøðumenninir leggja stóran dent á at verja og at dúva upp á skjótar umstillingar.
39) 1-1
Eftir fínt og hugflogsríkt og samanhangandi uppspæl tiltuskar B36 sær fyrsta horna í vinstru, men tað spyrst einki burturúr.
35) 1-1
Hørður Askham er noyddur at geva horna til Valletta í høgru, men tíbetur spyrst einki burturúr. Tað tykist sum um, at Velletta hevur fingið betri tak á spælinum, og at tað gongur fyri seg eftir teirra treytum. At B36 spælararnir gera mistøk í uppspælinum vísir seg at vera sera vandamikið.
33) 1-1
Jákup á Borg verður spældur leysur innanfyri verjuna eitt sindur í høgru í brotsteiginum. Hann smekkar til, men bólturin brestur í síðunetið, skeivu megin nærra stólpan.
32) 1-1
Nógvir av gestunum vísa sera góðan bóltførleika, og teir eru ógvuliga skjótir. So tað verður ikki bara bara hjá B36, ið ivaleyst er betri fyri kropsliga enn mótstøðumenninir eru tað.
30) 1-1
Risa møguleiki til B36: Eftir framlegging úr vinstru er Hanus Thorleifsson púra leysur, tá ið hann við handara stólpa og í góðari støðu roynir seg við stútara, men hann heilkiksar.
24) 1-1
1-1: Falcone
Hetta var tað, sum ikki skuldi koma fyri, og sum B36 avgjørt ikki ætlaði. Eftir innlegg úr høgru sendi Falcone, sum eisini skoraði á Malta, við høvdinum bóltin dygst inn við stólpanum. Ikki so sannførandi verjuspæl, og nú skal B36 skora í hvussu so er tvey mál aftrat, um talan skal vera um hjá B36 at spæla seg víðari í kappingini.
22) 1-0
Tað er B36, sum vinnur flestu nærdystirnar, og tað hevur stóran týdning.
20) 1-0
Maltesarnir tykjast hava ásannað, at tað hjá teimum nú ræðurn eisini um at leypa á og ikki bara at dúva upp á verjuna. Tí eru teir viðhvørt vandamiklir frammanfyri B36 brotsteigin. Tað ræður framvegis um hjá B36 at halda tætt.
17) 1-0
Tað er B36, sum er leikliga omaná og vísir stórt sjálvsálit, og tað eru gestirnir, sum renna aftaná.
Nú smekkaði Róaldur Jakobsen til, og málverjin bjargaði.
12) 1-0
B36 koyrir á. Nú royndi Alex Mellemgaard seg við fínum skoti, men málverjin bjargaði.
10) 1-0
1-0: Hanus Thorleifsson
Tað er rómur í Gundadali, eftir at Hanus Thorleifsson hevur stýrt bóltin framvið maltesiska málverjanum. Odmar Færø átti fína og flata innleggið úr vinstru.
08) 0-0
Tað er øgiliga lívligt í góðveðrinum í Gundadali. Fyrst fór Hanus Thorleifsson um koll í mótstøðubrotsteiginum, men dómarin tagdi, og í næsta mótstøðuálopinum stórbjargaði Trygvi Askham í B36 málinum.
07) 0-0
So var um reppið, at dysturin punkteraði. Odmar Færø gjørdi óneyðugt fríspark 22 metrar úr málinum. Roynt varð beinleiðis ímóti B36 málinum, og bólturin brast í samankomingina aftanfyri Trygva Askham!
05) 0-0
B36 spælararnir kennast vera øgiliga tendraðir. Setningurin er í fyrsta lagi at halda tætt í verjupartinum og so at skora í hvussu so er eitt mál og bæði tvey, um tað so skal longd leiktíð til.
02) 0-0
Maltesiska liðið vísir beinanvegin, at ætlanin hjá teimum er fyrst og fremst at verja 1-0 leiðsluna frá dystinum á Malta fyri einari viku síðani. Gesstirnir geva sær góðar stundir í sambandi við deyðbóltsstøður.
01) 0-0
B36 gevur bóltin upp.
B36-Valletta FC kl. 18.00
Dómarabólkur úr Estlandi:
B36: Trygvi Askham - Jónas Tór Næs, Andrias Eriksen, Hørður Askham, Høgni Eysturoy - Róaldur Jakobsen, Odmar Færø - Hanus Thorleifsson, Lukasz Cieslewicz, Alex Mellemgaard - Jákup á Borg
Valletta FC: Bonello – Romeu, Gill, Caruana, Azzopardi – Briffa, Santiago, Pani – Jhonnattann, 2Aguirre– Falcone