B36 vil hava hat-trick

Talan er um sterka mótstøðu, men í B36 trúgva spælararnir uppá, at teir triða árið á rað kunnu spæla seg til næsta altjóða umfarið

Fótbóltur

 

Við samanløgdum sigrum á íslendska ÍBV og maltesiska Birkirkara hevur B36 tey bæði seinnu árini skrivað nýggjar kapitlar í føroyskari fótbóltssøgu.

Og málið er at skriva enn ein kapittul, nú teir í kvøld spæla heimadyst móti litaviska Ekranas í UEFA-cup kappingini.

- Vit vita ikki so nógv um teirra lið. Men teir hava fleiri landsliðsspælarar, so talan er uttan iva um eitt lið, sum er ført fyri at spæla góðan fótbólt, sigur Klæmint Matras hjá B36.

Men hóast trupult, so heldur Klæmint ikki, at talan er um ógjørligan setning.

- Vit vilja sjálvandi royna at koma víðari aftur í ár. Vit hava eitt ilð, har nógvir royndir spælarar eru við, og tí halda vit okkum vera væl fyri. Og tað hevur sjálvandi eisini givið sjálvsálit, at vit tey bæði seinnu árini hava spælt okkum víðari, sigur hann.

Til dystin hevur B36 at kalla allar mans tøkar. Einasta undantakið er Jóhan V. Gunnarsson, sum hevur fingið ein stoyt í knæið, og sum tí er ivasamur.

B36 á odda móti Birkirkara