B68-ari brotið beinið

Steypadysturin hjá B68 á Sandi um páskirnar kostaði einum av B68-spælarunum eitt brotið bein

Tað vóru ikki meira enn 25 minuttir spælir av steypadystinum millum B71 og B68 skírisdag, tá ið Jóan Petur Poulsen hjá B68 noyddist av vøllinum við skaða. Kanningar á Landssjúkahúsinum vístu, at hann hevði brotið beinið. Jóan Petur skal ganga í gipsi í seks vikur, og síðani skal hann eisini koma í fótbóltsform aftur við beininum og kroppinum. B68 taptu dystin 2-1, eftir at hava verið á odda, stóran part av dystinum. Málið hjá B68 skoraði Jann Ingi Petersen, meðan Clayton Soares javnaði í evstu løtu. Í longdu leiktíðini skoraði Rasmus Nielsen, og eru tað tískil sandoyingar, ið komu til fjórðingsfinalurnar á hesum sinni.