Fótbóltur
Klaksvíkingar tóktust við 2?1 sigri á heimavølli leygardagin at skula spenna bein fyri vónunum hjá B68 at vinna bronsukrónurnar. Men so var tað, at Hans Fróði Hansen var upp á spæl. Akkurát sum ta ferðina, tá hann í landsdystinum á Svangaskarði við stútara syrgdi fyri javnleiki.
Fagnaðurin á málskoraranum var í hvussu so er tann sami. Tað var bara tann tíðin eftir, sum Niklas á Líðarenda (hann hevði eina sera torføra uppgávu) hevði lagt afturat. Í síðstu vónini um at fáa mál og harvið javnleik og bronsukrónurnar tveitti B68 alt fólkið fram á vøllin. Hans Fróði Hansen var um reppið at royna ímóti málinum, men klaksvíkingar bjargaðu til hornaspark. Arnold Joensen fór út í vinstra hornið, hagani hann hevur skotið fleiri túsund hornaspørk fyri KÍ. Hesa ferð sendi hann í reyðu B68 blusuni aftur væl og nett innfyri, og við nærra stólpan stakk Hans Fróði Hansen høvdið fram og stýrdi bóltinum í handaru síðuna á málinum. 2?2 og B68 spælararnir lógu í stórari rúgvu á válinum.
Hans Fróði Hansen hevði setningin at taka sær av Kurt Mørkøre. Tað er altíð ein stór uppgáva, og teir báðir landsliðsspælararnir og gomlu liðfelagarnir í Sogndal høvdu eina rúgvu av nærdystum, og fleiri ferðir sá tað heilt vandamikið ella kanska drápuligt út. Niklas á Líðarenda tóktist ikki vera heilt álvuligur við støðuna. Tá hann bríkslaði, tí tað so at siga sá út til at vera áfast, møttu veteranarnir dómaranum við hvør sínum púra avvápnandi brosi!
Men tað var eftir ein samanbrest millum Kurt Mørkøre og Hans Fróða Hansen, at fyrsta málið kom. Dómarin metti, at B68 verjumaðurin uttarlaga í brotsteiginum í vinstru síðu hevði verið óregluligur og bríkslaði fyri brotssparki. Toftamenninir hildu seg hava verið vitni til størri brotsspark enn í hesi støðuni, men Kurt Mørkøre var púra kaldur úr ellivu metrum, og harvið syrgdi hann fyri, at miðaltalið hjá honum í málskjótingini í landskappingini í ár fór upp um eitt.
Tætt og harðligt
Fróði Benjaminsen staðfesti sína støðu sum toppskjútti hjá B68, tá hann javnaði til 1?1. Hann varð spældur leysur mitt fyri, men eitt lítið sindur til vinstu. Klaksvíkingar vildu vera við, at talan var um týðuliga rangstøðu, men tað góvu linjuverjin og dómarin teimum ikki rætt í, og Fróði var púra tryggur, tá hann setti framvið Meinhardti Joensen, sum rættuliga hevur spælt seg upp í KÍ málinum.
Í 2. hálvleiki var talan um eina rúgvu av nærdystum, og ikki var tað frítt, at spælararnir ? púra óneyðugt og sera lítið rutinerað ? høvdu hug at hevna seg. Hetta kostaði fyrst Allani Joensen hjá KÍ eina útvísing, og Marcello Marcellino hevði bara verið lítla løtu á vøllinum, tá hann sá reytt. Í tí sambandinum var talan so at siga um bardaga, og tað var at undrast á, at ikki uppaftur fleiri spælarar ruku av vøllinum.
Harley Bertholdsen legði úr stuttari fjarstøðu KÍ framum aftur (tá vóru klaksvíkingar undirmannaðir), eftir at innleggið var komið úr vinstru, og hetta tóktist at verða sigursmálið ? inntil Hans Fróði Hansen stútaði í málið, og ovurfegni B68 hópurin fekk bronsumerkini frá Steinbirni Jacobsen, býráðsformanni í Klaksvík.
Tomislav Sivic var fyri síðstu ferð á KÍ liðnum (teir saknaðu Atla Danielsen, sum mánakvøldið varð skaddur í unglingadysti), og tað er ivasamt, hvussu tað komandi ár verður við Alexander Djordjevic og Kurt Mørkøre. Hjá B68, sum hesa ferð hevði Jan Petersen sum avgjørdan aftasta mann, spældu Jan C. Dam og Jákup Eli Olsen fyri síðstu ferð.
Dysturin í tølum
KÍ-B68 2-2 (1-1)
1-0: Kurt Mørkøre (br.) 9
1-1: Fróði Benjaminsen 35
2-1: Harley Bertholdsen 80
2-2: Hans Fróði Hansen 89
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
KÍ: Meinhardt Joensen ? Ove Nysted, Jan Andreasen, Allan Joensen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør ? Alexander Djordjevic, Kurt Mørkøre
B68: Kjartan Nesá ? Hans Fróði Hansen, Jan Petersen, Messias Perreira ? Marlon Jorge, Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Súni Fríði Johannesen