Longu klokkan 13 byrjar fyrsti dysturin í fjúrtanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum.
Vesturi á Eiðinum í Vági tekur FC Suðuroy móti B68.
FC Suðuroy er næstaftast í deildini við seks stigum. B68 er triðaftast við 14 stigum.
Tá liðini hittust á Svangaskarði 16. mars vann B68 2-0.
Hóast útivøll hevur B68 favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til FC Suðuroy liggja millum 3,10 og 3,60.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,70 og 4,15.
Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 1,83 og 1,90.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##