Fótbóltur
Tað hevur verið í Fuglafirði, at bestu leikligu avrikini hava verið higartil í ár. ÍF hevur fleiri ferðir víst fínt spæl, uttan at tað hevur givið uppibornu úrtøkuna.
Og í góðveðrinum sunnudagin vóru tað toftamenn, sum vístu hugflogsríkt og sannførandi fótbóltsavrik í Fuglafirði. Serliga sannførandi var avrikið fyrra partin av 1. hálvleiki, tá ið B68 legði seg framum við tveimum málum.
- Hetta var avgjørt besta løtan hjá okkum higartil í ár, og tað man vera langt ímillum, at fótbóltur á hesum støðinum er at síggja her á okkara leiðum, helt væl nøgdi B68 venjarin, Bill Jacobsen, eftir lokið stríð.
Tað var hesa løtuna, at tað so rudduliga var staðfest, hvussu góðir senegalesisku spælararnir hjá B68 eru. Tað plagdi at verða sagt um suðurafrikanska Zuma, tá ið hann var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, at hann spældi betri og betri, sum dagarnir longdust og hitastigini hækkaðu, og at tað sást á avrikunum, tá ið heystið kom, dagarnir fóru at styttast, og kuldin kom í luftina.
Um hetta er soleiðis hjá senegalesisku B68 spælarunum fer tíðin at vísa. Men í góðveðrinum í Fuglafirði dusaðu teir sær. Teir hava góðan bóltførleika, og teir arbeiða fult og heilt fyri søkini. Teir flyta seg nógv, og teir eru ærukærir. Hvør einasti nærdystur kennist sum at vera alt avgerandi, teir eru skjótir, og teir hava gott eyga fyri at spæla saman við føroysku viðspælarunum.
Eftir tap í trimum teimum fyrstu umførunum hevur tað gingið sum eftir ánni hjá B68, og tað kann fara at gerast heilt spennandi hjá Bill Jacobsen og hansara monnum, sum ivaleyst hava meiri í sær, tá ið liðið verður meiri samanspælt. Niklas Joensen gerst alt tryggari á høgra vongverja, Jóhan Dávur Højgaard er stinnur og avgjørdur undir liðini á skilagóða veteraninum Arnbirni Danielsen í miðverjuni, og hóast venjingarstøðan ofta hevur verið betri, man Øssur Hansen framvegis vera ein tann besti vinstri vongverjin í landinum.
Jann Ingi Petersen er á miðvøllinum við at finna stevið aftur, sum í síni tíð bar landsliðsúttøku við sær, Kristian Anton Andreasen og Jóan Símun Edmundsson eru ágrýtnir og evnaríkir, og so eru tað ágrýtnu, arbeiðssomu og evnaríku útlendingarnir, ið binda sloyfuna saman.
Hesa ferð skoraðu senegalesarnir øll málini: Ndende setti hol á, tá ið hann vann luftdyst og síðani lyfti upp um Andres Gango, sum vardi ÍF málið væl og heilt víst var besti heimamaðurin. Keita økti til 2-0, tá ið hann fangaði langa sending, sneiddi seg leysan og setti bóltin framvið málverjanum, og Keita staðfesti 3-1 sigurin, tá ið hann í høgru streyk avstað, legði alla verjuna aftur um seg og setti bóltin fram við málverjanum. Trý fín B68 mál, og serliga í 1. hálvleiki kundi B68 havt skorað tvey ella trý mál afturat, tá ið teir raktu bæði stólpa og tvørtræ.
ÍF svaraði aftur í 2. hálvleiki. Spenningur kom í, tá ið Høgni Madsen eftir horna minkaði um munin. Í eitt korter reið tað um snarið, tá ið álopini fóru báðar vegir, men tá ið Keita hevði skorað til 3-1 var tað greitt, at øll stigini skuldu út á Toftir.
- Eg kendi tað sum um, at tað var vandi fyri, at vit eftir fínu byrjanina skuldu missa sigurin. Tað var avgjørt ikki tilvitað, men tað vísir seg ofta, at tá ið leiðslan er 2-0, so hava spælararnir hug at toga í bremsuna. Teir høvdu fleiri vandamiklar deyðbóltsstøður, men tíbetur eydnaðist tað at varðveita leiðsluna, eisini tí at fremstu menninir hjá okkum alla tíðina lógu frammarlaga og hóttu í snarálopum, viðmerkti B68 venjarin.