B68 gjørt tríggjar sáttmálar

Teir komu allir til felagið í summar og nú hava allir tríggir gjørt sáttmála

B68 hevur gjørt sáttmála við Ara Johannesen, Jákup Andrias Gaardbo og Harald R. Petersen. Teir komu allir til felagið í flytingarvindeyganum í summar. Nú hava allir tríggir gjørt sáttmála.

 

Teir eru allir kendir í fótbóltsumhvørvinum. Ari Johannesen hevur spælt við B68, men hevur verið burturstaddur. Haraldur R. Petersen kemur eisini av Toftum, men hevur seinnu árini spælt við bæði NSÍ og Skála.

 

Jákup Andrias Gaardbo er uppvaksin í NSÍ, men hevur okkurt árið spælt við Skála og ÍF. Seinastu trý árini hevur hann spælt við næstbesta liðnum hjá NSÍ. B68 hevur fingið eina góða byrjan upp á seinnu hálvu við tveimum sigrum. Í morgin spælir B68 móti EB/Streymi.