TB vann á heimavølli í fyrsta umfarinum. B68 meiri enn hálvkiksaði á heimavølli í fyrsta umfarinum, tá teir vóru hepnir at fáa 1-1 móti GÍ. Annað umfarið skuldi á Sevmýri vísa, hvussu styrkismunurin millum hesi bæði liðini er. Og tað var eingin ivi. B68 vann 4-1, og teir vóru leikliga omaná, so at siga alla tíðina. TB spruttaði eina løtu í 2. hálvleiki, og Dan Mortensen arbeiddi nógv á toppinum, men Hans Fróði Hansen og liðfelagarnir í B68 verjuni høvdu tak á tí.
Næstsíðsta sunnudag var B68 í 3-4-3 uppstilling. Hesa ferð hevði Frank Skytte broytt til 4-3-3. Hetta saman við sera góðum hugburði í fagurt leiktum dysti vóru við til at leggja botn undir skilagóðum avriki.
Heppið leiðslumál
TB hevði ikki nógvar málmøguleikar, men teir komu kortini á odda, tá eitt korter var farið. Dan Mortensen royndi móti málinum, men royndin tóktist lítið vandamikil, tá bólturin umvegis ein verjuspælara var á veg inn til málverjan. Tað gjørdist kortini vandamikið, og tí støðuni var málverjin upphavið til. Hann helt seg ikki hava rætt at taka bóltin við hondunum. Í staðin royndi hann at temja við lærinum, og tá hann sparkaði út aftur, kiksaði royndin. Bólturin fór út aftur til Dan Mortensen, sum takkaði fyri tilboðið og sendi í málið.
1-0 til heimaliðið, og so vóru møguleikar kanska fyri, at teir skuldu taka yvir, og at B68 fór at fara niður við nakkanum. Men soleiðis gekk tað ikki. Vladimir var tryggur aftasti skansi hjá TB, sum var í 3-5-2 uppstilling, og Nebosja royndi á verjukenda miðvallarplássinum at syrgja fyri, at Fróði Benjaminsen ikki var so nógv við í spælinum. Men B68 hevði størri breidd, teir spældu seg til møguleikar, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær tað fór at eydnast teimum at javna.
Anders Nygaard var óheppin, tá hann við høvdinum sendi í tvørtræið, og fleiri skotroyndir úti frá fóru dygst framvið stólpanum hjá Lars Müller, sum í TB málinum hevði fleiri góðar bjargingar.
Eina løtu undan steðginum eydnaðist tað B68 at javna. John Heri Dam, sum kom ofta ígjøgnum í vinstru, royndi seg við skoti, men verjan blokeraði. Bólturin stakk til Anders Nygaard, sum sendi framvið málverjanum.
Breiddin var góð
Í 2. hálvleiki hevði B68 takið mest sum allatíðina. Eina løtu hevði TB hug at trýsta, men tað var skjótt, at tað sást, at gestirnir høvdu størri breidd. Bæði tá tað ráddi um spælararnar, og tá tað ráddi um at brúka breiddina á vøllinum. Arnold Joensen og Øssur Hansen togaðu spælið langt út, og so yvirlappaðu og Marlon Jorge og John Heri Dam í borðunum.
John Heri Dam átti eisini innleggið til leiðslumálið. Hann sendi innfyri, Anders Nygaard var ágrýtin og um reppið at skora, men tað slapp hann frá, tí ein tvøráfótur syrgdi fyri, at bólturin fór framvið málverjanum.
B68 leiðslan var leingi tepur. Tað hevði kanska eitt sindur av ampa við sær á gestandi liðnum. Í fyrra hálvleiki høvdu teir verið vitni til, at heimaliðið fekk eitt heppið mál, og møguleikin fyri endurtøku kundi ikki útilokast. Men tað boðaði frá størri B68 leiðslu, tá Fróði Benjaminsen sendi beinleiðis fríspark á tvørtræið.
Tá tað leið móti endanum, fekk B68 tey bæði málini, sum staðfestu stórsigurin. Arnold Joensen átti innleggið, sum Øsssur Hansen við høvdinum umsetti til 3-1, og Arnold Joensen átti eisininnleggið, tá Øssur Hansen skoraði til 4-1.
TB ? B68 1-4 (1-1)
1-0: Dan Mortensen
1-1: Anders Nygaard
1-2: Sjálvmál
1-3: Øssur Hansen
1-4: Øssur Hansen
TB: Lars Müller ? Tórur Mortensen, Vladimir Matijivic, Andras Mortensen ? Bárður Dimon, Einar Petersen, Nebosja Urtajl, Zoran Mancic, Rasmus Nolsøe ? Dan Mortensen, Aleksandar Radosavljevic.
B68: Michal ? Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Oleif Joensen, Fróði Benjaminsen ? Arnold Joensen Anders Nygaard, Øssur Hansen