B68 hevur takið á klaksvíkingum

Fyri aðru ferð í ár vunnu væl skipaðu toftamenninir fulla úrtøku ímóti illa sperda KÍ

Fótbóltur

 

B68 hevur takið á klaksvíkingum. Tað siga tølini. Í fyrsta umfari eftir summarsteðgin vann B68 1-0 í Klaksvík, og leygardagin var talan um endurtøku í nógva vindinum, sum lá upp á tvørs av vøllinum.

Vindurin darvaði sjálvandi nógv, men serliga í 1. hálvleiki var tað eyðsýnt, hvussu nærlagdir spælararnir vóru í royndini at halda bólin á jørðini og at spæla og ikki at sparka.

Nógvir KÍ stuðlar høvdu leitað sær út á Svangaskarð, og teir noyddust til hús aftur við ongum. Stigini stakk heimaliðið avstað við, og spurningurin, hvussu tað verður næsta kappingarár hjá klaksvíngum, er framvegis ósvaraður.

At uppflytararnir í B68 eisini í 2009 verða partur av bestu deildini er einki at ivast í. Spurningurin er nú, hvussu høgt skipaða liðið megnar at toga seg upp.

Einasta málið varð skorað miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eftir B68 hornaspark úr høgru datt bólturin niður mitt fyri málinum, har miðverjin Ovi Nysted var so óheppin við høvdinum at stýra hann í sítt egna mál.

Málið og sigurin vóru nátúrlig avleiðing av gongdini í 2. hálvleiki. Tá var heimaliðið greitt omaná, og undan sjálvmálinum høvdu í hvussu so er tvær støður verið, har tað var heilt óheppið, at bólturin ikki fór í málið.

B68 spældi seg ofta ígjøgnum í høgru, har Dánial Pauli Højgaard legði innfyri. Eftir innlegg til handara stólpa smekkaði Øssur Hansen til úr stuttari fjarstøðu, men Jákup Mikkelsen bjargaði framúr væl, og eftir innlegg úr høgru stýrdi innskifti Jóan Símun Edmundsson bóltin á nærra stólpan.

Eftir leiðslumálið royndi B68 at halda fram í sama lagi, og hóast KÍ spenti álopsbogan við at flyta Ova Nysted úr miðverjuni og fram í álopið, so var tað meiri tyngd og broddur í snarálopunum hjá heimaliðnum, enn tað var í hinum endanum.

 

Orkan gekk undan

Støðan í Klaksvík er trupul, og tað er ikki betri av, at álopsvápnini, sum ætlanin hevur verið at brúka, ikki eru tøk. Rógvi Jacobsen var als ikki á vøllinum. Nyttan, ið er fingin burturúr landsliðsspælaranum, sum fyrr í summar flutti heim úr Noregi fyri at fáa barndómsfelagið á føtur, hevur higartil verið millum lítil og eingin.

Rodrigo varð settur inn longu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Hann hevur nógvar dygdir, men tað var týðuligt, at hann er ikki hundrað prosent, og hann tóktist ikki hava førleika at vísa skjótleikan og tøttu dragingarnar, sum fyrr á árinum bóru við sær, at hann var vandamikil.

Veteranarnir Jan Andreasen og Allan Joensen fyltu væl á sentrala miðvøllinum, men felags fyri bláa kollektivið var, at tað eftir steðgin kendist torført hjá teimum at fylgja við, tí mótstøðumenninir vóru skjótari í fatan og rørslu. Í 1. hálvleiki hevði Stefan Kalsø ein møguleika eftir framlegging úr vinstru, men stútarin fór upp um málið, og tað var tað.

 

Hongur væl saman

B68 hevur ment seg til at vera framúr væl skipað í verjupartinum. Brandarnir í miðverjuni og vongverjin í høgru gera ikki uppgávuna torførari, enn hon er. Øssur Hansen nýtir alla sína rutinu í vinstru, miðvøllurin arbeiðir hart og miðvíst, og so ger tað ógvuliga stóran mun, at tað í fremstu røðu eru spælarar, sum megna so nógv einsamallir.

Brian Andersen dugir væl við bóltinum, og hann flytir seg nógv. Keita man vera ein tann besti álopsspælarin í landinum. Hann er framúr skjótur, og tað var støðug hóttan fyri KÍ verjuna, tá ið Keita bjóðaði av.

Fleiri ferðir var um reppið, at tað spurdust mál burturúr. Jákup Mikkelsen var góður í KÍ málinum, og toftamenn kunnu væl liva við, at sigurin gjørdist 1-0!