B68 kiksaði ímóti KÍ

Mest óvæntaða úrslitið í 16. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var, at B68 á heimavølli ikki megnaði at vinna úrtøku ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Tá ið bæði Skála og FC Suðuroy samstundis vunnu rudduligar heimasigrar, bar tað við sær, at munurin tódnaði millum liðini, sum kappast um at flyta upp

Hjá toppliðnum HB var søgan tann sama, sum hon hevur verið tað mesta av árinum. HB vann 2-0 í Trongisvági. Í síðsta minuttinum undan steðginum setti Páll Holm Jacobsen hol á, og miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Jákup Slættalíð HB sigurin, ið ber við sær, at tað nú eru sjey stig frá HB og aftur til B68.
Toftamenn høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, og fyrstu løtuna gekk tað soleiðis, sum tey flestu ivaleyst mundu rokna við, at tað fór at gera. Hákup Edmundsson og Jóhannus Hansen løgdu B68 framum 2-0, men so svaraði KÍ aftur. Eli Simonsen, sum áður hevur spælt við B68, minkaði um munin miðskeiðis í 1. hálvleiki, og miðskeiðis í 2. hálvleiki svaraði KÍ orduliga aftur: unglingaspælararnir Tórur Justesen og Jákup Pauli Ziskason vendu 2-1 til 2-3, og Henry Heinesen økti um munin til 4-2, áðrenn B68 liðformaðurin Jóhan Dávur Højgaard fram ímóti dystarenda minkaði um munin, so úrslitið varð 3-4.
Á Fjarðastevnu hevði Skála vitjan av B71. Stevnuhýrurin varð ikki verri av, at heimaliðið vann 3-0. Eftir eitt korter setti Karstin Justesen hol á, og tíðliga í 2. hálvleiki økti Edvin Jacobsen um munin, áðrenn Karstin Justesen staðfesti 3-0 sigurin, sum ber við sær, at Skála nú er á fimta plássi og trý stig frá týdningarmikla bronsuplássinum.
FC Suðuroy bjóðar framvegis av. Hesa ferð gekk tað striltið í 1. hálvleiki, tá ið tað bara var Salmundur Bech, sum skoraði ímóti EB/Streymi, ið er hótt av niðurflyting. Tepra leiðslan helt sær, inntil tað var minni enn ein hálvur tími eftir, men so gekk skjótt: Jón Krosslá Poulsen og eitt sjálvmál bendu á heimasigur, og fram ímóti dystarenda staðfestu Teitur Tausen og Salmundur Bech rimmar 5-0 heimasigurin á Vágseiði.
Ungu menninir í B36 vóru sera sannførandi, tá ið Víkingur vitjaði í Gundadali. 5-0 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið heldur væl og virðiliga tørn um bronsuplássið. Aftur hesa ferð skoraði Tóki á Lofti hattrikk. Tað ber við sær, at hann higartil hevur skorað tólv mál í landskappingini, og at Tóki á Lofti nú er toppskjútti í 1. deild. Hini B36 málini skoraðu Rasmus Dan Sørensen, sum frammanundan hevði spælt í eina lítla løtu á besta liðnum, sum vann 3-1 á NSÍ, og hjálparvenjarin og veteranurin Milan Kuljic. Einasta Víkinga málið skoraði Gunnar Vatnhamar, tá ið hann minkaði um munin til 3-1
joannes@sosialurin.fo