B68 miðvøllurin setti NSÍ upp á pláss

Heimaliðið hevði ilt við at umseta stóru leikligu yvirvágina fyrsta stóra tíman til sannførandi leiðslu, og so var um reppið, at NSÍ, sum spenti álopsbogan á tamb, kom afturíaftur í intensivum og rættuliga undirhaldandi grannastríði, sum gekk fyri seg so siðiliga, sum tað kundi bera til

B68 hevur nakrar spælarar, sum megna at halda høvdið kalt og nervunum burtur, tá ið tað ræður mest um. NSÍ eigur ikki so nógvar sovornar spælarar, og hesa ferð saknaðu teir Ian Højgaard. Tað var stóri munurin í tøttu, hendingarríku og ikki so lítið dramatisku grannauppgerðini á Svangaskarði í góðveðrinum mánakvøldið.
B68 vann 3?2, og málskjúttarnir hjá teimum vóru Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen. Ein fyrrverandi og tveir núverandi miðvallarar á landsliðnum. At teir hava royndirnar, tyngdina og hugflogið, og at teir samstundis vóru málsóknir bar B68 sigurin við sær.
Heimaliðið megnaði beinanvegin at halda høvdið kalt.Teir funnu hvønn annan í samanspæli, sum ofta var skilagott. Stóri trupulleikin hjá toftamonnum var, at teir ikki hvødu neyðugu tyngdina í álopspartinum. Tá ið bólturin kom í NSÍ brotsteigin, var Jens Martin Knudsen feltharri.
Hjá NSÍ hekk fótbóltsspælið ongantíð nóg sannførandi saman. Teir taptu miðvallarstríðið so rudduliga. Kári Hansen og Rúni Rasmussen høvdu til uppgávu at fylgja Fróða og Øssuri fyri at halda teimum úti av spælinum, og vóru harvið ikki serliga skapandi. Síðuspælararnir hjá NSÍ vóru ikki so eyðsýndir í verjupartinum. Øssur Hansen var eitt sindur verjukendur, meðan Jann Ingi Petersen var meiri framrættaður og stakk seg ofta fram ímillum Súna Fríða og John Hera, og tað gav samband í samanspælinum.
Helgi L. Petersen og Karsten From vóru fremstir hjá NSÍ. Teir kunnu nógv við bóltinum, og tað kendist, sum um teir vóru førir fyri einsamallir og saman at skapa meiri, enn teir í B68 álopinum vóru, men tað var rættuliga torført hjá teimum báðum, tí miðvallararnir vóru so mikið aftarlaga, at hjálpin ov sjáldan kom, fyrrenn B68 verjan hevði fingið tak á støðuni.

Kiks kosta
At NSÍ legði seg á odda, tá ið eitt lítið korter var farið hevði stóran týdning fyri dystargongdina. Tað tóktist sum um, at B68 toldi betri at fáa eitt sindur av mótbrekku, enn NSÍ kanska hevði tolt tað í hesum førinum.
Jónstein Petersen, sum hevur havt rættuliga gott kappingarár, var meistari fyri báðum NSÍ málunum. Í tí fyrra førinum steðgaði NSÍ B68, tá ið heimamenninir vóru komnir fram ímóti miðjuni í høgru. Jónstein fekk bóltin, títtaði og dróg, verjan drálaði, Jónstein smoygdi sær til vinstru fyri Hans Fróða, og so smekkaði hann flatt í handara síðunetið. Eitt fínt mál.
1?0 til NSÍ, og møguleikin fyri at spælið skuldi koppa NSÍ til fyrimunar var víðopin, og Helgi L. Petersen hevði góðan fluktara úr høgru, eftir diagonalsending upp á fríspark frá Sjúrði Jacobsen. Bólturin fór dygst framvið, og Karsten From rakk akkurát ikki fram.
Men NSÍ megnaði ikki at lyfta sær. Eftir lítlan døtt helt B68 fram. Teir høvdu fleiri møguleikar ?eitt nú setti John Heri Dam dygst framvið eftir gjøgnumbrot, og Súni Fríði Johannesen stútaði úr fínari støðu væl omanfyri, eftir at Øssur Hansen hevði brotið ígjøgnum í vinstru og lagt neyvt innfyri ? og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn teir fóru at javna. Tað gjørdu teir í 34. minutti. Øssur Hansen legði fríspark úr høgru og í málteigin, har Hans Fróði Hansen vann luftdystin við Jens Martin, bólturin datt niður og støkk uppaftur, og úr fýra metrum stútaði Jann Ingi Petersen mitt í málið.

Framúr B68 mál
Eftir steðgin legði B68 seg tvær ferðir framum, men NSÍ syrgdi fyri, at heimaliðið ongantíð megnaði at gera leyst. 2?1 málið sjey minuttir eftir steðgin átti framúr væl upplagdi Øssur Hansen alt sum tað var. Eitt sindur frammanfyri miðstrikuna setti hann ferð á, mótstøðumenninir fullu ein fyri og annar eftir fyri kropsfintunum á hála undirlagnum, Øssur kom í brotsteigin, dróg til vinstru, smekkaði til, og Jens Martin var prísgivin, tí bólturin tók í fótin á einum av verjumonnunum.
B68 menninir høvdu ikki fingið hendurnar niður aftur, so var aftur javnt, og aftur var tað Jónstein Petersen, sum var á rætta staðnum og fekk nyttu burturúr einum av heilt fáu verjukiksunum hjá toftamonnum. Málverjin tóktist rópa, at hann hevði tak á støðuni eftir langt NSÍ innlegg úr høgru, Arnbjørn Danielsen, sum saman við Jákupi Eli Olsen annars tetti framúr væl í vinstru, har Gert Langgaard var einsamallur hjá NSÍ, tí Brynjolvur Nielsen var so verjukendur, steðgaði á, og so kom Jónstein við ferð úr vinstru, setti krúllin undir bóltin, sum spakuliga datt inn um strikuna.
B68 reisti seg aftur, og sigursmálið, sum Fróði Benjaminsen átti, var heilt vakurt. Landsliðsmaðurin spældi tríggjar ferðir eitt tvey fram eftir miðásinum, hann kom leysur í brotsteiginum og var púra kaldur, tá ið hann setti framvið NSÍ málverjanum.
Eftir leiðslumálið spenti NSÍ álopsbogan. Áki L. Hansen varð settur í miðverjuna, og Óli Hansen og Messias Pereira vórðu sendir í fremstu røð. Tað bar fleiri rættuliga spentar støður í B68 brotsteiginum við sær, og í hinum endanum fekk Jann Ingi Petersen, sum hevði sneitt fleiri av, tiltuskað sær eitt brotsspark, men Jens Martin Knudsen bjargaði flata skotinum hjá Dániali Hansen.
Sjúrður Jacobsen sendi fleiri vandamiklar sendingar í B68 brotsteigin, enn hann hevði gjørt, áðrenn Bogi Petersen noyddist at taka seg aftur. Men Albert Sævarson vísti veruliga hvør dugur er í honum. Innskifti Justines Hansen hevði tveir møguleikar, og innskifti Sonni L. Petersen hevði gyltan møguleika, men Albert bjargaði. At B68 menninir vóru strongdir síðstu løtuna sást á kortunum, sum teir fingu. Ferðin var nógv, nærdystirnir nógvir og tættir, og tað kom fleiri ferðir fyri, at spælarar lógu eftir á válinum. Men tónin tóktist ítróttarligur, og Niklas á Líðarenda hevði tak á. Tá ið hann hevði bríkslað fyri síðstu ferð, høvdu onkrir áskoðarar hjá báðum pørtum hug at illneitast inn á hann. So tað mundi vera á einari leið!