B68 nærkast uppflytingini

(1.deild menn) Við 3-1 sigri á FC Suðuroy nærkast B68 uppflytingini í hvørjum, meðan B71 líkist einum niðurflytara.

 

B68 gjørdi skjótt av á Toftum og var á odda heili 3-0 longu eftir 11 minuttir. Jónleif Højgaard skoraði tvey, meðan Óli Højgaard Olsen skoraði eitt. Salmundur Bech minkaði um munin fyri FC Suðroy, men tað var ikki nokk.

 

Toftamenn nærkast nú uppflytingini. Teir eru nú seks stig frammanfyri FC Suðuroy, sum er á fjórða plássi.

 

B71 siglir í tungum sjógvi og líkist alsamt meiri einum niðurflytara í 1.deild. Í dag tapti B71 2-0 fyri EB/Streymi á heimavølli. EB/Streymur hevur nú vunnið seg úr botninum, meðan B71 liggur greitt aftast.

 

Í Klaksvík tapti eitt sterkt KÍ lið við millum annað Gunnari Christiansen, Kristoffuri Jakobsen og Oddmari Marsten á vøllinum, fyri teimum næstbestu hjá Víkingi, sum vunnu 4-3. Stóri spælarin á vøllinum var Ingi Sørensen, sum skoraði hattrick fyri Víking.

 

Dysturin í Leirvík millum Skála og TB II varð útsettur vegna veður, meðan HB og B36 spæla í vikuni.

 

1.deild menn:

 

B68 – FC Suðuroy 3-1 (3-1)

1-0         Jónleif Højgaard, 5

2-0         Óli Højgaard Olsen, 10

3-0         Jónleif Højgaard, 11

3-1         Salmundur Bech, 24

 

B71 – EB/Streymur II 0-2 (0-2)

0-1         Hanus Olsen, 26

0-2         Hanus Olsen, 42

 

KÍ II – Víkingur II 3-4 (2-3)

0-1         Svein Justinussen, 2

0-2         Ingi Sørensen, 14

1-2 Kristoffur Jakobsen, 19

1-3 Ingi Sørensen, 24

2-3 Andrias Frederiksberg, 25

2-4 Ingi Sørensen, 67

3-4 Bárður Hansen, 79

 

Støðan:

1.     HB II 42

2.     B68 40

3.     Skála 34

4.     FC Suðuroy  34

5.     Víkingur II 32

6.     B36 II 27

7.     KÍ II 26

8.     EB/Streymur II 23

9.     TB II 19

10. B71 14