B68?GÍ
Jóannes Hansen
N?tt graslíki? er lagt á Svangaskar?, har gøtumenn í morgin fara at vitja B68. GÍ vitja?i B68 í sí?sta dystinum, á?renn gamla graslíki? var? tiki? av. Ta? var í bólkaumfarinum í steypakappingini. GÍ vann bæ?i í Gøtu og á Toftum vi? einum máli. Hetta at B68 og GÍ eru fyrstu feløgini, sum spæla á n?ggjum graslíki er einki n?tt. Tá i? graslíki? í Gøtu var? tiki? í n?tslu í fyrraári?, vóru ta? hesi bæ?i feløgini, sum spældu.
Í morgin fer samansetta kvinnuli?i? B68/GÍ at spæla klokkan 12.15 ímóti FS Vágum. Undan 1. deildardystinum á mannfólkasí?uni fer hornorkestri? at spæla. Marjun Gaardbo, bygdará?sforma?ur í Nes kommunu, fer at siga nøkur or?, og Símun Johannesen, forma?ur í mentunarnevndini í Nes kommunu, fer at geva bóltin upp. Eftir dystarlok fer Símun at handa vinnandi partinum steyp, sum Nes kommunu hevur lati? B68 og GÍ at kappast um í morgin.
Tær seinastu fer?irnar hevur ta? roynst hampuliga væl hjá B68, tá i? GÍ hevur vitja?. GÍ hevur ikki vunni? á Svangaskar?i sí?ani 2000. Í 2001 og í 2002 var javnt, og í fjør vann B68 fyri fyrstu fer? á GÍ á heimavølli sí?ani 1989, tá i? úrsliti? var 1?0. Í fjør var úrsliti? 3?2 til B68.
GÍ hevur veri? partur av bestu deildini sí?ani 1980, og B68 hevur veri? í 1. deild sí?ani 1981. Samantalda úrsliti? í teimum 23 landskappingardystunum, sum tey higartil hava spælt á Svangaskar?i, er ta?, at GÍ hevur vunni? tólv fer?ir, sjey fer?ir hevur veri? javnt, og B68 hevur á Svangaskar?i bast gøtumonnum f?ra fer?ir. Málmunurin er 28?58!
Hjá GÍ er stór kapping um plássini. Afturat øllum teimum, sum kappa?ust sí?sta vikuskifti, er Poul Henning Jacobsen komin afturat. Hann var leikbanna?ur ímóti ÍF. Vitus Kofoed hevur nú vant saman vi? n?ggju li?feløgunum, og ta? kann roknast vi?, at hann í morgin fer at fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu.
Á Toftum er sama fólki? tókt, sum sunnudagin leg?i rygg til 1?0 tap í Klaksvík. Afturat teimum er Jákup Eli Olsen komin. Ta? sigur seg sjálvt, at ta? er ávíst tr?st á toftamonnum, sum ta? fer at kennast eitt sindur ke?iligt hjá, um teir næstu fer? skulu út at fer?ast vi? ongum á kontini.