Tað var dramatikkur á Svangaskarði, har grannaliðin á eystara armi á Skálafjørðinum hittust.
Í síðstu løtu bríkslaði Petur Reinert fyri brotssparki til NSÍ. Støðan var 3-2 til heimaliðið, og hóast tað var rættuliga kalt í veðrinum, so var fótbóltstemperatururin høgur, tá ið veteranurin á vinstra vongverja hjá NSÍ, Sjúrður Jacobsen, tók ábyrgdina á seg. Higartil í ár hevur Klæmint A. Olsen verið brotssparksskjútti hjá NSÍ, men hann var farin av vøllinum, og so tók veteranurin ábyrgdina á seg.
Hans Jørgensen í B68 málinum vann tvídystin ímóti NSÍ spælaranum. Tey reyðu kring vøllin fegnaðust, og tey gula harmaðust. At tey í heimaleguni fegnaðust var lætt at skilja:
NSÍ legði seg framum 2-0 fyrsta stóra hálva tíman. Klæmint A. Olsen var enn eina ferð vandamikil og í báðum førum málskjútti. Í fyrra førinum var hann á rætta staðnum í røttu løtuni, tá ið Árni Frederiksberg hevði sent innfyri, og í seinna førinum takkaði hann fyri, tá ið hann frá heimamonnunum fekk bóltin á silvurfati.
Pauli Poulsen og hansara B68 menn høvdu ikki verið so greitt undir í spælinum, men sjálvandi var tað stórur skelkur at vera aftanfyri við tveimum málum.
Fyri B68 var tað avgerandi, at tað dygst undan hvíldini eydnaðist at minka um munin, tá ið miðverjin Ndende, eftir frísparksinnlegg og út frá og innlegg frá André Olsen við høvdinum setti bóltin í málið.
Hetta var fyrsta málið í landskappingini hjá B68 í ár, og eftir steðgin eydnaðist tað bæði at javna og at skora sigursmálið. Í fyrra førinum varð sera eyðsýndi miðvallarin Remi Langgaard feldur í gjøgnumbroti. Liðformaðurin Jann Ingi Petersen umsetti brotssparkið til mál, og eitt korter undan leikloki átti hann næstsíðsta fótin á, tá ið hann legði út frá til miðvallaran Jústinus R. Hansen, sum av brotsteigarmarkinum skoraði sigursmálið.
Málskjúttin fegnaðist ikki nakað serligt. Tað var kanska skilligt, tí harvið syrgdi hann fyri, at liðið, sum hann altíð hevur umboðað, fór av Svangaskarði við ongum.
B68 venjarin var væl nøgdur við hugburðin og avrikið, sum hann helt vóru góð í 2. hálvleiki:
- Í 1. hálvleiki var munurin fyrst og fremst Klæmint A. Olsen, sum var so sera raskur og vandamikil, sum vit kenna hann fyri at vera. Serliga í 2. hálvleiki spældu vit okkum til fleiri møguleikar, og tá er tað ikki langt til at skora mál. Eisini eitt herðaklapp til Hans Jørgensen fyri, at hann bjargaði, tá ið teir í síðsta minutti fingu brotsspark, og harvið høvdu møguleika at koma aftur í aftur.
Gongdin higartil í ár minnir ikki sørt um, hvussu tað gekk hjá tær og NSÍ í 2010?
-Tá gekk tað striltið at fáa gongd á. Vit fingu eitt stig burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum, men so vunnu vit níggju ferðir á rað, og vit spældu fimtan dystir, áðrenn vit aftur taptu – ímóti B68! Vit endaðu á triðja plássi, so tað ber til at koma fyri seg aftur, eftir at byrjanin ikki hevur verið so góð, staðfestir B68 venjarin.