Fótbóltur
Í gjár var síðsti dysturin í hesum umfarinum í Vodafonedeildini á Svangaskarði. Toftamenn hava verið knáir á heimavølli í ár, um enn teir ikki hava fingið so nógv burturúr, sum tað kanska ofta hevur ljóðað frá.
07 Vestur dysturin var tann trettandi á heimavølli í ár. B68 vann 3-0, og hetta var áttanda ferðin, at toftamenn vunnu fulla úrtøku á heimavølli. Nú valdast tað um, hvussu tað fer at hilnast leygardagin, tá ið B68 fer at vitja B36. Í løtuni eru toftamenn á fjórða plássi, og tað kann gott vera, at teir fara at halda tørn um ta plaseringina.
Møguleiki er framvegis fyri, at toftamenn seinnapartin leygardagin fara at vinna bronsukrónurnar, og tað er eisini møguleiki fyri, at teir kunnu detta niður á fimta plássið. Tað valdast, hvussu tað fer at hilnast, tá ið B68 fer at vitja B36, sum í gjár fekk endurnýggjað atgongumerkið til bestu deildina, og hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi og NSÍ, sum fara at spæla ávikavíst á Argjum og í Fuglafirði.
Tað er stórur munur á, hvat hesar endastøðurnar bera við sær. Fimta plássið gevur ongan rætt til altjóða fótbólt, men tað ber við sær rætt til ein eyka heimadyst, sum tey frá 6. plássi og niðureftir ikki fáa. Undir øllum umstøðum fer endastøðan í ár at bera við sær, at B68 næsta ár fer at spæla eina ferð meiri á heimavølli, enn talan hevur verið um í ár.
Fjórða plássið ber rættin at spæla Intertoto Cup fótbólt næsta summar við sær. Tað er altíð hugaligt at fáa høvið at royna seg uttanfyri landoddarnar, men hvat inntøkum viðvíkur verður ikki talan um serliga stóra upphædd. Steypavinnararnir í Víkingi og silvurvinnararnir í EB/Streymi hava tryggjað sær luttøku í innleiðandi umfarinum í europeisku liguni og harvið 800 túsund í inntøku ella umleið tíggju falt tað, sum fæst fyri at taka lut í Intertoto.
Sjálvt um tað hevur hilnast væl hjá B68 á heimavølli, so er tað á heimavølli, at toftamenn hava mist tey fimm ella seks stigini, sum nú høvdu verið hent fyri at røkka silvurkrónunum ella uppaftur fínari krónum. B68 hevur tapt eina ferð á heimavølli, og fýra ferðir hevur úrtøkan verið eitt stig.
Sum eftir ánni
Longu niðurflutta 07 Vestur vitjaði á Svangaskarði, og leingi var munurin lítil og eingin. 07 Vestur hevði fleiri ungar menn á liðnum. Tað ber boð um, at teir har vesturi eru farnir at hugsa um at seta fólk við, sum teir ætla skulu vera stuðlar á liðnum, tá ið teir næsta ár ætla at spæla seg upp aftur í bestu deildina.
Talan var um 16 ára gamli Rógva Egilstoft Nielsen, sum alla tíðina var vinstri vongverji, Eli Falkvard Nielsen, sum í síðstu viku fylti 17, var alla tíðina á miðvøllinum, og 17 ára gamli Henning S. Joensen og 16 ára gamli Holgar Djurhuus vórðu skiftir inn. Hesin seinni fyri Tór-Ingar Akselsen, sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin aftur eftir hvíldina.
Óli Olsen legði stutt undan steðginum heimaliðið framum við brotssparki. Tað varð dømt, tá ið Remi Langgaard fór um koll í brotsteiginum. Hetta var fyrsta ferðin, at 17 ára gamli og evnaríki Remi var millum teir fyrstu ellivu, og so gekk tað sum eftir ánni hjá heimaliðnum.
Í 2. hálvleiki var eingin ivi. B68 var leikliga omaná, og tá ið tað restaðu ein tjúgu minuttir høvdu toftamenn tryggjað sær 3-0 sigurin. 2-0 málið skoraði Nenad Stankovic eftir uppspæl í høgru, har Jóan Símun Edmundsson og Keita vóru við, og innskifti Jóhan Petur Poulsen skoraði síðsta málið á Svangaskarði í ár, tá ið hann av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið.