B68 vann Skálafjørðin

Tá B68 hevði lagt seg á odda stutt eftir steðgin, fánaði NSÍ burtur í einki og sigurin hjá toftamonnum var ongantíð hóttur í grannauppgerðini, ið ikki rættiliga livdi upp til tað, hon mangan hevur verið fyrr

FÓTBÓLTUR

 

Tað var heitt við Løkin í gjár, tá NSÍ og B68 brustu saman í tí, sum av mongum verður sagt at vera harðasta og mest eirindaleysa grannauppgerð í landinum. Hitin kom frá sólini, ið stórar partar av dystinum sendi sínar geislar niður yvir vøllin og gav spælararunum sveittaperlur beinanvegin.

Í aðrar mátar var tað ikki so heitt, sum tað mangan hevur verið fyrr, tá innanmenn og toftamenn eru farnir á vøllin at stríðast um Skálafjørðin. Gamaní, var eitt sindur av intensiteti í løtum, men tað var bara í løtum, at tað hevði hug at kóka eitt lítið sindur. Og í dygd livdu hvørki dystur ella spæl upp til 2-2 javnleikin á Svangaskarði síðst í juni mánaði.

NSÍ kom annars betur frá byrjan og hevði rímiliga gott og samanhangandi spæl fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Károly Potemkin, ið var sera væl upplagdur fyrstu trý korterini, hevði einar tvær ella tríggjar royndir á B68-málið, og bæði Bogi Løkin og Christian Høgni Jacobsen royndu seg eisini.

 

Vildu meira

Samstundis lá B68 eitt sindur longur afturi á vøllinum og bíðaði, og spakuliga raknaðu gestirnir meira við og fingu gongd á skjótálopini. Og hóast NSÍ samanumtikið hevði bæði meira spæl og fleiri kjansir enn B68, so vóru gestirnir munandi næskari og vildu meira, tá teirra møguleikar komu.

Mitt í fyrra hálvleiki hevði Jóan Símun Edmundsson kanska tann allarstørsta, tá hann hegnisliga lyfti upp um framstormandi NSÍ-málverjan, Meinhardt Joensen, men næstan heilt inni á málstrikuni kom Jónhard Frederiksberg sum eitt fok og ruddaði burtur.

Eisini førdi gott samanspæl millum Jóan Símun og Keita til, at tann seinni hevði eitt spískt skot, ið tó fór fram við málinum. Og 10 minuttir fyri steðgin smekkaði Keita til úr góðari støðu inni í NSÍ-brotsteiginum, men mátti síggja Meinhardt vísa seg við einari uppaftur betri bjarging, eins og hann eisini vardi fyri, tá Óli Olsen í yvirtíðini í fyrra hálvleiki royndi seg úr stuttari fjarstøðu.

Her sá alt við øðrum orðum rímiliga opið út undan seinna hálvleiki, ið tó ikki skuldi gerast eldri enn tveir minuttir, tá einasta málið í dystinum kom. NSÍ hevði fríspark langt afturi á egnari hálvu, men bólturin var sendur beint fyri føturnar á Jóan Símuni, ið dró inn í vøllin og smekkaði til. Meinhardt fekk bjargað, men ikki hildið bóltinum, og so var Óli Olsen á blettinum við aftaru stong og smekkaði bóltin upp undir nettakið. Ein gáva frá heimaliðnum, ið útiliðið gagnnýtti til fulnar.

 

Eingin hóttan

Hetta hevði vanliga verið ein útpurring, ið skuldi vakt í øllum førum liðið, ið var aftanfyri, men so var ikki. Beint eftir málið hevði Jústinus R. Hansen eitt gott skot, ið B68-málverjin, Vlada Filipovic, noyddist at toyggja seg eftir og beina út til hornaspark. Men síðani hendi einki hjá NSÍ í meiri enn hálvan tíma, til Bogi Løkin hevði ein skallara sjey minuttir fyri tíð.

Ein minutt fyri dystarlok vildu teir gulu hava brotsspark, tá Jónhard Frederiksberg sendi innfyri, men Ndende A. Gueye kom fyri við arminum. Peturi Reinert dømdi ikki, og hóast støðan kanska luktaði av onkrum, hevði tað ikki verið serliga uppiborið, skuldi NSÍ komið soleiðis afturíaftur í evstu løtu.

NSÍ hevði ikki tað allarminsta av nakrari gjøgnumbrotskraft ella hóttan, so lætt var hjá B68 at verja fyri. Og í hinum endanum var tað serliga væl ansaði Keita, ið royndi seg við skotum útifrá, ið tó ongantíð góvu Meinhardti í málinum trupulleikar.

Í eini roynd at fáa meira hugflog í spælið, setti NSÍ nakað inn í seinna hálvleik Sjúrð Jacobsen á vøllin, og hóast hann fleiri ferðir vísti, at hann var til reiðar at geva heimaliðnum meira spæl, rakk tað ikki til at forða fyri, at B68 vann á NSÍ fyri fyrstu ferð síðani 2003 – og fyrstu ferð í Runavík síðani 2002.

Sigurin í slagnum um Skálafjørðin flutti B68 upp á næstfremsta plássið, har liðið er eitt stig framman fyri EB/Streym og Víking og fýra stig framman fyri NSÍ á fimta plássi, ið nú skal ansa sær, tí bara tvey stig aftanfyri kemur AB osandi frameftir…