B71 er í fjórðingsfinaluni

LØGMANSSTEYPIÐ: Eftir sigur í Hoyvík í kvøld er tað greitt, at B71 fer at spæla fjórðingsfinalu ímóti B68

2. páskadag, sum er annan mánadag, verður fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið inni í Dal á Sandi. Tað er greitt, eftir at B71 í 1. deild í kvøld vann 2-1 á útivølli ímóti FC Hoyvík, sum spælir í 2. deild.

 

Mótstøðuliðið hjá B71 2. páskadag verður B68, sum í kvøld vann trivaligan 4-0 heimasigur ímóti ÍF.

 

B71 hevði yvirvág á vøllinum í Hoyvík, men tað var ikki fyrrenn fýra minuttir undan hvíldini, at tað eydnaðist at fáa hol á. Málskjútti var Jónatan Kjærbo, og uppleggið átti Alejandro Ortega, sum er ættaður úr USA.

 

Tað var spenningur og lív í, inntil í 90. minutti, tá ið brasilski Eduardo Coimbra økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Jens Olsen.

 

So sá tað út til, at sigurin var greiður hjá B71. Men tað kveiktist spenningur av nýggjum, tá ið FC Hoyvík í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði um munin til 2-1. Tað var við brotssparki, sum Rói Jacobsen umsetti til mál og 2-1.