B71 fyrstu ferð í toppinum

Fótbóltur: Sandoyingar hava nú lagt seg á odda í 2. deild, sum kortini er javnari enn nakrantíð

Sandoyingar ásannaðu í fjør, at niðurflytingin úr 1. deild var úrslit av, at teir ikki høvdu nóg góða manning til 1. deild. Teir ásannaðu eisini, at tað fór at vera torført at vinna plássið í bestu deildini aftur, men teir søgdu seg vilja fara undir royndina at byggja eitt nýtt lið upp, sum kanska kundi vinna 2. deild.

Kaga vit eftir støðutalvuni, so eru tekin í sól og mána um, at teir í B71 eru komnir ikki so lítið ávegis. Fyri fyrstu ferð í ár eru teir komir á ovasta plássið í 2. deild. Um tað so verður nóg mikið til at vinna deildina og aftaná at standa seg í bestu deildini, tað kann bara tíðin vísa.

Hesa ferð vóru teir í Klaksvík og royndu seg móti teimum næstbestu har norðuri.

Klaksvíkingar løgdu bragdliga fyri í ár, men næstsíðst gekst heilt illa í Runavík. Onkrir av stuðlunum ? t.d. Finn Baldvinsson og Sørin Petersen ? eru farnir burtur, og skaðar og leikbann á besta liðnum eru altíð serliga mein fyri næstbesta liðið, sum má lata besta fólkið uppeftir.

Tá sammett verður við nógvar av dystunum í bestu deildini, so tóktist tað sum um verjuparturin hesa ferð ikki var tikin í serliga stórum álvara. Miðvallararnir á báðum liðunum tóktust taka sína uppgávu í álopspartinum í nógv størri álvara, enn verjupartin, sum eigur at telja tað hálva.

B71 var omaná fyrra umfarið, og tá hálvur tími var farin skoraði Eli Hentze einasta málið. Sandoyingar høvdu ein annan stóran møguleika, men bólturin rann frá Jóan Peturi Clementsen, eftir at hann var komin inn um Meinhard Joensen í KÍ málinum.

Seinna umfarið royndi KÍ at leggja trýst á fyri at javna. Teir høvdu bóltin nógv, og teir komu ofta ígjøgnum í borðunum og løgdu innfyri. Men innleggini vóru ofta høg, og tey lógu so mikið nær málinum, at tað var barnamatur hjá Waldemari Novisci at pilka tey niður.

Tá tíðin gekk undan flutti KÍ fólkið alt longir fram í vónini um at fáa mál og harvið eitt stig, og tað bar við sær, at verjuparturin gjørdist tunnur, og sandoyingar vóru minst líka nær við at skora í skjótum mótálopum, sum teir á heimalðnum vóru at skora.