B71 jagstrar mál nummar 1000

B71 hevur skotið 999 mál í søgu felagsins.

Seinasta sunnudag vóru teir so nær við, sum tað yvirhøvur ber til at skora, tá Clayton Soares rakti tvørtræið, og tískil varð mál nummar 1000 ikki skotið tá.
Um páskirnar hava sandoyingar aftur møguleikan. Fyrsta møguleikan fáa teir í Gundadali, har teir vitja meistararnar HB. Seinni møguleikin verður eisini á útivølli, tá B71 fer til Klaksvíkar.